Eitt vietnamesiskt flogfar fann í dag ein lut, sum kann vera ein hurð av malaysiska flogfarinum, sum hvarv fyrrakvøldið. Harafturat sá manningin á vietnamesiska flogfarinum ein annan lut, sum kann vera ein partur av velinum, skrivar Wall Street Journal.
Flogfarið fann lutirnar einar 45 fjórðingar úr oynni Tho-Chu, sum er úti fyri suðurendanum á Vietnam. Vietnamesisku myndugleikarnir siga, at tað ber ikki til at siga við vissu, at lutirnir stava frá tí malaysiska flogfarinum. Myndugleikarnir hava gjørt av at senda fleiri flogfør at leita í lýsingini í morginári.
Sambært tíðindastovuni Reuters arbeiða myndugleikarnir nú út frá hugmyndini um, at flogfarið var oyðilagt, áðrenn tað rakti vatnskorpuna. Ein kelda sigur fyri tíðindastovuni, at eftir øllum at døma datt flogfarið sundur í umleið 35.000 fóta hædd.