Ísrael vil ikki tosa við palestinsku stjórnina, tí tað er Hamas, sum mannar hana. ES og USA vilja heldur ikki hava nakað við hana at gera, og nú eru tey arabisku londini eisini farin at venda henni bakið. Í gjár sýtti egyptiski uttanríkisráðharrin fyri at hitta palestinska starvsbróður sín, og stjórnin í Jordan hevur fyrr sagt, at umboð fyri Hamas-stjórnina eru ikki vælkomin hagar.
Avbyrgingin hevur gjørt palestinsku stjórnina veikari, men hon hevur eisini økt spenningin ímillum Hamas og Fatah-rørsluna hjá Mahmoud Abbas, forseta, skrivar Reuter. Í Gaza hevur Fatah skipað deildir, hvørs uppgáva er at verja Fatah-leiðarar, sum kunnu vera í vanda fyri atsóknum frá Hamas.
Fleiri Hamas-leiðarar eru sera misnøgdir við, at Abbas hevur boðið sær til at samstarva við Ísrael og USA, so friðartilgongdin kann takast uppaftur. Í Hamas halda fleiri, at veruliga ætlanin hjá forsetanum er at fáa ísraelsmenn og amerikanarar at hjálpa sær at fella stjórnina.
-Mín stjórn fer ikki at slaka fyri trýsti, segði ein av Hamas-leiðarunum, Muhammad Nazzal, við sjónvarpið al-Jazeera, fyrradagin.