Kann vera vandamikið fyri summi fólk

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar ímóti einum serligum slagi av smøri

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti eini ávísari sending av anakardiunøtarsmøri, ella cashewnøtarsmøri. Orsøkin er, at framleiðarin hevur varnast, at av misgávum er tað ikki smør av anakardiunøt, men mandlusmør, sum er latið í nakrar av krukkunum. Mandlur eru eitt evni ið elvir til ovurviðkvæmi og kunnu sostatt vera vandamiklar fyri fólk ið ikki tola mandlur.

 

Heilt ítøkiliga er vøran, ávarað verður ímóti: Irmas Økologiske Cashewnøddesmør, har vektin er 170 gramm og ean-strikukotan er 5 71847441550. Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir teimum, sum liggja inni við hesum krukkunum, um at lata tað aftur haðani hon er keypt, ella at koyra tað í skrell.