Øll foreldur, sum eiga børn, fáa nú tilboð um at kanna oyruni at børnunum
Hetta er ein kanning, sum ger tað møguligt at staðfesta hoyribrek tíðliga, soleiðis at neyðug viðger kann setast í verk alt fyri eitt.
Skipanin fevnir um børn fødd eftir 1. februar í ár, sigur Heilsumálaráðið.
Tilboðið er galdandi fyri øll børn fødd í Føroyum.
Endamálið við kanningini er, at børn, sum verða fødd deyv í størri ella minni mun, so skjótt sum gjørligt verða funnin, soleiðis at neyðug viðgerð kann verða givin.
- Seinastu tíggju árini eru um tíggju børn fødd við hoyribreki, sum krevur viðgerð.
- Oftast verða hesi hoyribrek annars ikki staðfest fyrr enn børnini eru hálvtannað ár ella so.
Hinvegin eru tað fleiri vísindaligar kanningar, sum vísa, at bestu úrslitini fáast við at seta børn við hoyribreki í viðgerð, áðrenn tey er seks mánaðir gomul, sigur Heilsumálaráðið.