Kanna avleiðingar av vandamiklum evnum

Í Norðurlandahúsinum sita 22 granskarar úr londum kring Norðpólin og gera metingar um tær upplýsingar, sum eru komnar fram viðvíkjandi vandamiklum evnum í fólki

Granskararnir hava allir tilknýti til AMAP, Arctic Monotoring an Assessment Program. Tað vóru ráðharrar úr londunum kring pólin, sum fyrst í nítiárunum eftir at jarntjaldið fall, tóku stig til at savna allar upplýsingar um dálking í póløkinum.

Londini vóru bangin fyri, at verri stóð til enn fólk grunaðu, og tí skuldi farast undir eina skipaða eftiransing av póløkinum.

AMAP er í ymsum bólkum. Tann, sum er í Norðulandahúsinum hesar dagarnar, er Human Health Expert Group. Hann tekur sær mest av heilsuni hjá fólki, meðan aðrir bólkar fyrst og fremst fylgja við geislavirkni og veðurlagsbroytingum.

Póløkið er sera viðbrekið, har lítið er av vøkstri og djóralívið ikki er so fjølbroytt. Tí kann dálking gera størri skaða enn aðrastaðni á jørðini. Hetta ger tað neyðugt at fylgja væl við tí, sum fyriferst í økinum.


Gott høvi

Pál Weihe umboðar Føroyar á fundinum, og er tað føroyska umboðið hjá Føroyum í AMAP. Hann heldur, at hetta er eitt sera gott høvi hjá føroyingum.

- Vit í Føroyum hava verið virkin innan heilsuøkið í fleiri ár. Hetta er tí eitt gott høvi hjá okkum í einum skipaðum forum at samanbera upplýsingar, sum eru fingnar til vega í øðrum londum, sigur Pál Weihe.

TIl viðgerðar á fundinum verða mátingar av dálkandi evnum í menniskjum, sum búgva runt um Norðpólin, og hvørji skaðilig árin hesi evni kunnu hava á heilsuna hjá fólki.

Tann føroyski bólkurin fer til næsta fundin at leggja fram eina føðslukanning av barnakonum í Føroyum. Henda kanningin verður gjørd nú og verður væntandi klár at almannakunngera í vár, tá næsti fundurin er settur á skránna.

- Tað er týdningarmikið, at vit, sum liva og á markinum millum póløkið og evropeiska meginlandið, eru við í arbeiðnum at verja tey áhugamál, sum vit hava felags við onnur lond um okkara leiðir, sigur Pál Weihe.

- Hetta kann eisini brúkast seinni sum eitt politiskt argument móti teimum londunum, sum dálka mest og eru við til at hótta okkara lívsgrundarlag, men fyrst mugu vit staðfesta og prógva dálkingina, sigur Pál.


Frágreiðing í 2002

Henda frágreiðingin, sum bólkurin er í gongd við nú, verður væntandi liðug og kemur út á prenti í 2002. Fyrsta frágreiðingin var liðug í 1996 og varð almannakunngjørd tvey ár seinni.

Seinastu árini eru russiskir granskarar komnir meira við í arbeiðið, og tað er ógvuliga týdningarmikið, tí ein stórur partur av økinum kring pólin er russiskt. Russland hevur altíð verið limur í AMAP, men hevur ikki verið miðvíst við frá byrjan.

Fundast varð 2. og 3. oktober, og luttakararnir fara av landinum mikudagin. Ferðalagið kom til Føroyar leygardagin, og sunnudagurin varð nýttur at síggja landið.

Teir 22 granskararnir eru úr Sibiria, Finnlandi, Svøríki, Noregi, Danmark, Føroyum, Íslandi, Kanada og Alaska.