Kanna framvegis sløkkiliðsmálið

Brunanevndin hjá Klaksvíkar Kommunu kannar framvegis tilburðin eitt kvøldi síðst í september mánað, har tveir bilar hjá Klaksvíkar sløkkiliði ikki startaðu.

 Brunanevndin bað í hesum sambandi um skrivligar frágreiðingar frá pørtunum í málunum, og tað eru hesar, sum nú verða viðgjørdar nærri.
Beint eftir tilburðin fóru søgur at ganga um, at sabotaga var orsøkin til, at teir báðir bilarnir ikki fóru í gongd.  Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri og formaður í brunanevndini sigur, at tað ikki altíð er líka eyðsýnt, hví ein bilur ikki startar, og at tað tí kann verða torført at meta um, hvat býr undir hesum leysasøgunum. Tí fer brunanevndin á komandi fundi at gera av, um gitingarar um sabotagu skulu beinast víðari til politiið.