Nú skulu fyrimunir og vansar við at eta grind, kannast út í æsir.
Tað mæla granskarar til, eftir at Fróðskaparsetrið tók stig til eina altjóða verkstovu um fyrimunir og vansar við at eta hval og kóp.
Fróðskaparsetrið fekk stuðul til verkstovuna frá AG-Fisk, sum er vísindaligur arbeiðsbólkur hjá norrøna ráðharraráðnum.
Ráðstevnan var fyri einum ári síðani og nú er frágreiðingin liðug.
Og høvuðsniðurstøðan er, at ov fáar kanningar eru gjørdar til at tað ber til at ger eina holla fakliga meting av, hvørjir fyrimunir og vansar eru við at eta hval og kóp, sigur Hóraldur Joensen, lektari á Náttúruvísindaligu deildini á Fróðskaparsetrinum, sum er við í verkstovuni.
Sostatt ber heldur ikki til at viga fyrimunir og vansar upp ímóti hvørjum øðrum fyri at vita, um skaðiligu árini eru størri enn tey heilsufremjandi, ella um tað er øvugt.
Niðurstøðan er, at nógv helsufremjandi evni eru í mati av hvali og kópi, men at tað eru eisini nógv heilsuskaðilig evni í hesum slagi av sjómati.
Men niðurstøðan er eisini, at alt ov fáar kanningar eru gjørdar fyri at kunna geva eina nágreiniliga, javnvigaða og dygdargóða kostráðgeving í samband við gagnnýtslu av havsúgdjórum í Norðurhøvum.
Tí verður mælt til, at hesar kanningar verða gjørdar. Og samstundis verður mælt til, at skipanir verða mentar, sum minka um vandan og økja um fyrimunir av at eta havsúgdjór í Norðurhøvum.
Hóraldur Joensen leggur afturat, at hevði virksemið á náttúruvísindadeildini Fróðskaparsetrinum ikki verið so kryplað av fíggjarligum vesaldómi, hevði partur av hesum arbeiðnum kunna verið framt á stovninum, sum hann tekur til.
- Harafturat kundi ein partur av rannsóknararbeiðinum eisini verið at reinsa grind og spik.
Men hann staðfestir, at Løgtingið vil ikki hava eitt vælvirkandi granskingar- og undirvísingarsetur.
- Tvørturímóti, so er ætlanin at skerja landsins potentiella innovativa mentala kraftmiðdepil enn meira, sigur Hóraldur Joensen.
Myndin er eitt dømi um, at nýggjar tíðir føra til nýggjar siðir, tí her er tvøst endað í eini wok.