Koyrir tú við ógoldnum kubba, og eftirlit er við Vágatunnilin, kann tað henda, at tú verður biðin um at lata kubban frá tær.
Týsmorgunin vórðu allir bilar, sum koyrdu úr Vágum gjøgnum Vágatunnilin, kannaðir fyri at vita, um teir høvdu galdandi kubbar í bilinum.
Hetta verður gjørt av og á, sigur Reinhold Isaksen á skrivstovuni hjá Vágatunlinum. Slíkt eftirlit er millum annað fyri at vita, um kubbarnir, sum eru í bilinum, eru teir, sum hoyra til hendan bilin og ikki eru fluttir úr øðrum bili.
?Vit vilja eisini vita, um kubbin situr á rætta stað og er sjónligur, sum hann skal. Um ikki, kann tað henda, at hann ikki verður skrásettur, tá hann fer gjøgnum gjaldstøðina.
Eisini kemur tað fyri, at onkur koyrir við kubba, sum ikki er goldið fyri. Tað vil so siga einum kubba, sum er útgingin og ikki endurnýggjaður.
Taka kubbar
Sosialurin frætti týsmorgunin, at fólk frá Vágatunlinum stóð við tunnilsmunnan og tók kubbar úr bilum, har ikki var goldið.
Reinhold Isaksen sigur, at soleiðis er mannagongdin vanliga ikki.
?Tað, vit gjørdu hendan morgunin, var eitt vanligt stakroyndareftirlit, vit gera soleiðis av og á. Vit hava eitt yvirlit yvir bilar, sum ikki hava goldið fyri kubban, teir hava. Og koma slíkir bilar gjøgnum eftirlitið, kunnu vit biða um at fáa kubban frá teimum, um eftirstøðan er so stór, at vit halda tað vera neyðugt at gera so. Og vanliga fáa vit eisini tað, tí fólk vita sjálv, hvussu vorðið er.
Tað kemur fyri, at eftirsøðan er so mikið stór, at vit lata hana fara til inkasso, og tað eru vanliga slíkar kubbar, vit biða um at fáa aftur. Og tað nyttar í grundini ikki so nógv hjá fólki at nokta. Tí gera tey tað, verður kubbin bara heintaður á annan hátt, sigur hann.
Tað er soleiðis, at kubbin er skrásettur til ein ávísan bil, og hann skal sita á sjónligum stað. Tað vil siga í forrútinum, soleiðis at eftirlitsskipanin við gjaldstøðina ikki skal hava nakran trupulleika av at skráseta hann, tá koyrt verður gjøgnum støðina.
Tað, sum eftirlitið týsmorgunin millum annað skuldi gera, var at vita, um allir kubbarnir stóðu har, teir skuldu og í tí rætta bilinum.
Tað hendir seg, at fólk ikki tíma at festa hann, men leggja hann í ein lumma í hurðini, í handskarúmið ella aðrastaðni, fyri síðan at gloyma hann. Og so kann eisini henda, at hann ikki verður skrásettur, tá koyrt verður ígjøgnum tunnilin.
Men tað kemur bara aftur um aftur, tí fotoeftirlitið sær bilin, og um tú koyrir uttan gjald, kostar tað bót, sum er væl dýrari enn eitt kubbagjald.
Nógv ferðsla
Tað koyra rættiliga nógvir bilar gjøgnum Vágatunnilin hesa árstíðina, sigur Reinhold Isaksen.
Yvirlitið fyri juni mánað vísir, at knappliga 1.200 bilar koyrdu dagliga gjøgnum tunnilin. Í mei var talið umleið 100 lægri. Og verður tað í ár, sum tað var í fjør, fer juli helst at verða tann mánaðin, har flestir bilar fara gjøgnum Vágatunnilin. Í august fer so at minka aftur, um gongdin skal væntast at verða sum í fjør, sigur hann.
Tað ferðast nógv fólk vestur í Vágar hesa tíðina. Eitt nú eru nógvar summarlegur á Zarepta í Vatnsoyrum, sum nógvir bilar koyra til. Eisini verður Vestanstevna komandi vikuskifti, og tá vænta tey nógva ferðslu gjøgnum tunnilin, sigur Reinhold Isaksen.