Klokkan trý í dag hevur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, kallað inn til fundar. Umsiting, arkitektar bygginevnd, hallarnevnd og býráðslimir skulu umrøða tilboðini upp á umvæling av teirri nærum 40 ára gomlu ítróttahøllini uppi á Hálsi.
- Metingin hjá danska felagnum, sum hevur gjørt útbjóðingartilfarið, lá beint omanfyri 40 milliónir krónur, men lægsta tilboðið lá omanfyri 60 milliónir krónur, sigur Heðin Mortensen.
Hann vil tí hava greiði á, um frægasta loysnin er bert at gera tær allarneyðugastu ábøturnar á ítróttahøllina á Nabb og so byggja eina nýggja høll. Ella gera allar ábøturnar fyri hesar góðu 60 milliónirnar.
- Ein leyslig meting sigur, at ein dupult ítrótta- og samkomuhøll kann gerast fyri umleið 60 milliónir krónur, sigur Heðin Mortensen.
Ein møgulig nýggj høll skal byggjast á ítróttaøkinum í Gundadali.
- Verður loysnin við at umvæla ítróttahøllina á Hálsi vald, so kann hetta gerast fyri 55 milliónir krónur um so er, at allar umvælingarnar verða gjørdar í senn, men tá verður neyðugt at stongja høllina í umvælingartíðini, sigur Heðin Mortensen.