Kanna møguleikarnar at gera koyritekniska breyt

Ein arbeiðsbólkur er nú settur og farin til verka at kanna møguleikarnar at gera eina koyritekniska breyt í Føroyum.

Tað hevur í mong ár verið ynski um at fáa eina venjingarbreyt við hálkubreyt í Føroyum, har bilførarar millum annað kunnu læra grundleggjandi atburð við bilakstur, týdningin av at laga ferð, stýring og bremsing eftir umstøðunum og at royna vandamiklar støður í einum tryggum umhvørvi.

Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur tí avgjørt at seta ein arbeiðsbólk at kanna møguleikarnar at gera koyritekniska breyt.

Í bólkinum eru:

? Jákup Jacobsen, umboð fyri Akstovuna,

? Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, fulltrúi í Innlendismálaráðnum,

? Umboð fyri Landsverk

? Helgi Magnusarson, umboð fyri Løgregluna,

? Sølvi Reinert Hansen, umboð fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd, og

? Jari Lykke, umboð fyri Koyrilærarafelagið

Bólkurin hevur í dag havt sín fyrsta fund og skipaði seg við Jákup Jacobsen, stjóra á Akstovuni, sum formanni.

Miðað verður ímóti, at álitið skal verða liðugt 1. januar 2010.