Løgreglan í Horsens vil hava hjálp frá fólki til at loysa gátuna um pinkubarnalíkið, sum bleiv funnið í býnum í gjár Løgreglan í Horsens í Danmark hevur fingið fleiri ábendingar frá fólki, eftir at líkið av einum pinkubarni varð funnið í einari lund í býnum seinnapartin í gjár.
Eingin sigur seg kortini hava sæð nakað óvanligt í lundini.
Líkið av teirri lítlu gentuni verður nú kannað, og seinni í dag verður ætlandi greitt, um barnið var deyðføtt, ella um talan er um eina brotsgerð, sigur løgreglan í Horsens.