Kanna moralin

Tað var Voltaire gamli, sum eina ferð spurdi, um politikkur er annað enn at duga at lúgva í teirri røttu løtuni.
Nú hevur týska samveldistingið sett sær fyri at kanna, um hann hevði rætt, og tí hevur tingið sett eina nevnd, sum skal kanna moralin hjá landins politikarum.
Nevndin varð sett, eftir at teir kristiligu demokratarnir royndu at prógva, at sosialdemokratarnir høvdu logið undir valstríðnum seinasta summar, men nú royna aðrir at prógva, at tað gjørdu teir kristiligu demokratarnir eisini. Upprunaliga ætlanin hjá andstøðuni var at avhoyra Gerhard Schrøder, kanslara og Hans Eichel, fíggjarmálaráðharra undan landspartavalinum í Hessen og Niedersachsen 2. februar í teirri vón, at avhoyringarnar kundu ávirka valúrslitið, men í síðstu viku eydnaðist tað stjórnarflokkunum at fáa avhoyringarnar útsettar til aftan á valið.