Kanna næmingar fyri koronu á Glasi í kvøld

Frá klokkan 19:30 í kvøld verða næmingarnir á Glasi, sum ganga í flokki við smittaða næminginum og øll starvsfólk á Glasi kanna fyri koronu.

Næmingarnir, sum skulu kannast, hava fingið boð um tað, skrivar skúlin í boðum til allar næmingar í kvøld.

– Møtið við høvuðsdyrnar, sprittið hendur, haldið frástøðu og farið róliga oman í atrium, har kanningarnar verða framdar, skrivar skúlin í boðunum.

– Øll tey kannaðu eiga at vera við hús, til onnur kanningin er gjørd og staðfest negativ. Hendan verður gjørd mikudagin.

Skúlin sigur eisini, at øll undirvísing á Glasi er tikin av skrá í morgin, mánadagin 21. september. Frá týsdegnum verður øll undirvísing, har tað er gjørligt, framd á Teams. Mest sannlíkt er, at hendan støðan verður galdandi tað, ið eftir av av vikuni.

Frá mánadegnum verða øll á Glasi kannað. Kunning um, hvør skal møta til kanningar nær, verður send út seinni í kvøld, skrivar skúlin, sum heitir á næmingarnar um at fylgja við í teldpostskipanini og á heimasíðuni glasir.fo.