Kanna sólkrem: Nógv av tí vanliga er heilsuskaðiligt

Tað er ørkymlandi at síggja úrslitið av kanningum av sólkremi

Sól og summar er fyri framman, og bæði her heima í Føroyum og í frítíðini uttanlands tørvar okkum sólkrem. Men tað er ikki bara bara at finna fram til tað sólkremið, sum er best fyri vaksin og børn. 

 

 

 

Ti eftir øllum at døma er tað eingin trygd, at sólkremið verður selt í heilsuhandlum ella á Apotekinum. Danska brúkararáðið hevur kannað 45 sløg av kremum, 32 til vaksin og 13 til børn. Og tað vísir seg, at tað bæði eru umhvørvisskaðilig evni, allergifremjandi evni og hormonórógvandi evni í fleiri teirra. 

 

 

 

Trýst her fyri at síggja listan hjá danska brúkararáðnum - á heimasíðuni hjá norska brúkararáðnum, sum hevur lagt kanningina út til almenningin.