Kanna skuldsetingar

ST fór í dag undir at kanna skuldsetingar um, at hermenn og starvsfólk hjá felagsskapinum hava gjørt seg sek í kynsligum ágangi ímóti børnum í Sudan. Tað var bretska blaðið Daily Telegraph, sum kom við skuldsetingunum, og sambært blaðnum hava minst 20 børn niður í 12 ára alur verið fyri ágangi. ST-talsmaðurin Michele Montas, segði í gjár, at ST hevur sera greiðar reglur á hesum øki. Vísir tað seg, at nakar er sekur, fær viðkomandi sekkin og verður harafturat revsaður.