Kanna spillivatn í norðurlondum

Nú verður arbeitt við eini nýggjari verkætlan, har kannað verður, um havumhvørvið nærindis ávísar norðurlendskar býir er merkt av dálking frá spillivatni.

Hetta veit heimasíðan hjá Umhvørvisstovuni at siga.

Ætlanin við verkætlanin er at lýsa, um núverandi reinsanin av spillivatni er nóg góð til at verja havumhvørvið við býirnar. Kanningar, sum Umhvørvisstovan fyrr hevur gjørt eitt nú í norðurlendskum samstarvi, benda nevniliga á, at hetta møguliga ikki er støðan.

Ætlanin er at taka sýni av sjógvi við ymiskari fjarstøðu frá staðnum, har spillivatn rennur út í havið, og hetta skal gerast ymiskar árstíðir. Sjógvurin skal kannast fyri útvald dálkandi evni, sum umboða dálking, ið stavar frá spillivatni. Ætlanin er, at kanna dálkandi evni sum eru vanlig í spillivatni, eru mannagjørd, og sum hartil kunnu hava skaðilig árin á lívið í havinum.

Við í verkætlanini eru fólk, sum hava ábyrgd av spillivatnsskipanum í býunum Tromsø í Norðurnorra, Reykjavík í Íslandi, Sisimiut í Grønlandi og so Tórshavn, umframt fólk sum hava serkunnleika innan umhvørvisdálking.

Úr Føroyum luttaka Tórshavnar kommuna, og Granskingardeildin á Umhvørvisstovuni, sum eisini hevur verkætlanarleiðsluna.

Nordisk Ministerråds Arktiske Samarbejdsprogram hevur játtað pening til verkætlanina, sum ætlandi kemur at vara fram til 2015.