Nú vil Klaksvíkar kommuna hava tøl á borðið fyri, hvussu tey ungu í kommununi trívast og hava tað. Tað er úrslitið av einum samstarvi ímillum kommununu og stovnin, Rannsóknir & Greining í Reykjavík.
Sostatt verður ungdómurin í Klaksvík ein partur av ungdómsgranskingini Youth in Europe, YiE í ár.
Henda er ein kanning, sum verður gjørd annaðhvørt ár og har ymisk ungdómsviðurskifti verða lýst. - Í londunum uttan um okkum er rákið, at gransking verður brúkt sum grundarlag fyri at seta tiltøk á verk á ymsum økjum, siga tey í Klaksvíkar kommunu. - Eitt tað mest týdningarmikla við granskingini er, at vit fáa møguleika til at fara frá at gita til at vita.
- Í stuttum snýr tað seg um at útvega holla vitan um, hvussu trivnaðurin hjá ungdóminum er. Eitt nú hvussu virkin tey eru í skipaðum frítíðarvirksemi, hvussu sambandið er við foreldrini, hvussu illa tey roykja ella drekka, hvussu vanlig rúsevni eru, o.s.fr.
- Sostatt kann granskingin útvega viðkomandi og týðandi vitan um umstøður, virksemi og trivnað teirra. - Vísir tað seg at verða neyðugt, skuldi granskingin somuleiðis givið góðar fortreytir fyri at kunna seta í verk neyðug og hóskandi tiltøk fyri at bøta um trivnaðin og stimbra menningina av ungdóminum, siga tey.
Tað er Tonja Ziskason, sum er verkætlanarleiðari fyri hesa ungdómsgranskingina í Klaksvíkar Kommunu, sum verður skipað í samstarvi við íslendska granskingarstovnin og við skúlaleiðslurnar.
Sjálv kanningin verður um mánaðarskiftið oktober og november, tá ið allir næmingarnir í 9. flokkunum í Skúlanum við Ósánna og Skúlanum á Ziskatrøð fáa eitt spurnarblað at fylla út.
Granskingarúrslitini eru vanliga greið einar tríggjar mánaðar eftir, at kanningarnar eru gjørdar, so tey geva ein rættiliga feska mynd av støðuni.
Sostatt kann roknast við, at úrslitið av hesi kanningini verður greitt og kann leggjast fram í februar 2015, siga tey í Klaksvíkar kommunu.
|