Kannabis: Draga illa sjúk fyri dómstól

- Tá nógv av teimum, sum sita á tingi, tosa um, at fólk kunnu gerast bundin av kannabis, so síggi eg hetta sum fávitsku, sigur Hallur H. Djurhuus.

- Lat meg sláa tað fast - við hvestum og spískaðum stáldragarum - at Hallur Hjalgrímsson Djurhuus ikki hevur í hyggju at seta á stovn ein hassj-flokk sum in.fo leggur upp til.

 

Tað sigur Hallur H. Djurhuus í skrivi til miðlarnar í kvøld.

 

- Haldi, at áðrenn tey misstulka tað eg - Hallur Hjalgrímsson Djurhuus - segði í Góðan morgum Føroyar í KvF, kundu tey líka sett seg í samband við meg fyri at fingið meg at av-ella ásanna, um hetta var so.

 

Hallur H. Djurhuus sigur seg vilja hava løgtingi at gera tað, sum hann metir vera rætt at gera - sum eitt minimum at legalisera kannabis sum heilivág.

 

Hann vísir í skrivinum í kvøld á, at vit liva í einum landi, sum stillar illa sjúk fólk fyri dómstólar og heldur tað ikki vera í lagi, at klaksvíkskvinnan, Gunnvá Tróndardóttir Joensen, skal fyri ein dómstól fyri at hava innflutt 25 sjokolátabønir úr Danmark við kannabis í.

 

- Eg haldi, at hassj er eitt ljótt umboð fyri eina so vakra og hjálpsama plantu, sum kannabis plantan er. Tá tað er sagt, so haldi eg eisini, at hassj er ein andstyggilig avleiðing av einum kannabis forboði, sum ongantíð hevur og ongantíð fer at rigga.

 

Hallur H. Djurhuus heldur einastu gongdu leiðina vera at avkriminalisera, regulera og síðan legalisera kannabis plantuna. Sum støðan er nú, ger forboðið tey, sum brúka kannabis, til kriminell, og ger tey, sum innflyta tað, til miljóninar.

 

- Er tað okey, spyr hann, og leggur aftrat, at hann sjálvur er í teirri "hepnu” støðu, at tað rúsevni, hann inn ímillum brúkar, longu er legalt.

 

Í hesum førinum sigur hann seg sipa til alkohol, sum hann kann keypa og brúka, sum tað passer honum.

 

- Og okkurt er, sum sigur mær, at tað eisini er “yndis” rúsevni hjá nógvum av teimum, sum sita á okkara høga tingi, tí alkohol-lóggávan verður við jøvnum millumbilum liberalisera enn meiri.

 

Hann vísir á, at alkohol er eitt rúsevni, ið hevur nógvar lagnur á samvitskuni og hevur lagt nógvar familjur í skeljasor. Haldi ikki, at nakar kann siga tað um kannabis.

 

- So, tá nógv av teimum, sum sita á tingi, tosa um, at fólk kunnu gerast bundin av kannabis, so síggi eg tað sum fávitsku, eitt “spæl fyri gallarínum” - og so dupultmoralskt, sum dagurin er langur. Tey eru líka bundin av alkoholi, sum vanligi rekreativi brúkarin av kannabisi, er av sama.

 

- Haldið nú uppat við dupultmoralinum og vrøvlinum, og geri tað, tit eru vald til, geri tað, sum er sømiligt og rætt at gera - um ikki annað, so í hesum málinum, eru seinastu orðini hjá Halluri H. Djurhuus í kvøld.