Sum heild hevur Løgreglan havt eina friðarliga nátt í nátt. Kortini hevur eitt mál um harðskap stungið seg upp, eftir at ein maður hevur boðað løgregluni frá, at hann ein varð sligin av einum øðrum manni, og at hann "var smildraður sundur" .
Maðurin varð sendur á skaðastovuna til kanningar, men løgreglan sigur, at heilt so galið sá tað ikki út til at vera.
Men tey vita, hvør maðurin var, sum sló, og seinni í dag verður málið kannað við tí endamáli at vita um hann skal skuldsetast fyri harðskap.
Ein bilførari varð eisini tikin fyri at koyra við kenning, og í nátt hevur løgreglan eisini kannað skeinkistøð kring landið.
Í hesum sambandi verður kannað um ov nógv fólk eru inni, um ov ung fólk eru inni, um skonkt verður fyri fullum fólki, um øll skelting er í lagi, og um rýmingarvegir eru tøkir.
Og løgreglan sigur, at tað stóð alt væl til.