Síðani skúlarnir byrjaðu aftur, hevur løgreglan kring landið gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna við skúlarnar.
Serliga hava tey verið við skúlarnar um morgnarnar at kanna bilar, sum koyra børn í skúla.
Í hesum sambandi hava tey serliga kannað eftir um børn sótu bundin í trygdarbelti eftir forskriftunum.
Aftur í morgun hevur løgreglan kannað ferðsluna við ein skúla í høvuðstaðnum.
Í hesum sambandi steðgaði løgreglan 23 bilum, men tað vísti seg, at har var einki at viðmerkja av týdningi og at øll sótu í trygdarbelti eftir forskriftunum, sigur løgreglan.