Kannaðu eina rúgvu av bilførarum í gjár

Fleiri fingu bót og fleiri fingu klipp í koyrikortið – og so var tað ein, sum mátti seta bilin upp á standandi fót

Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar fleiri staðni í meginøkinum. Hesa ferð varð serliga kannað um blførarar koyrdu ov skjótt – og tað vóru tað fleiri, sum gjørdu, og summir koyrdu enntá nógv ov skjótt.

 

Í hesum sambandi var løgreglan eisini á Glyvursvegi í Havn og á Argjum og kannaði ferðsluna, tá ið tey gera tað, grettir tað ikki, at fleiri bilførarar verða tiknir. Tað vórðu tað eisini í gjár, tí har vórðu fimm bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Tveir fingu bót, tveir koyrdu so skjótt, at teir eisini fingu klipp í koyrikortið, og ein koyrdi yvir 80 kilometrar um tíman, so hann fær missur koyrikortið treytað og má sostatt taka tað av nýggjum.

 

Løgreglan varð eisini í Kollafirði við ferðmátaranum og har fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 81 og 90 kilometrar um tíman í bygdum øki. Og eisini í Søldafirði fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri tað sama.

 

Harðast gekk tað útyvir ein blaðungan bilførara, sum varð tikin í Kaldbaksbotni. Hann koyrdi 108 kilometrar um tíman og tað merkir, at hann fekk koyriforboð. Sosatt mátti hann lata bilin standa og slapp ikki at koyra víðari. Yvirhøvur sleppur hann ikki at koyra bil aftur fyrr enn han hevur tikið koyrikortið umaftur. Hann hevði havt koyrikortið styttri enn trý ár og tá eru reglurnar fyri at verða tikin fyri at koyra ov skjótt, nógv strangari enn annars.

 

Annars hevur løgreglan ein langan lista yvir bileigarar, sum ikk hava goldið vegskatt, trygging, og onnur kravd gjøld og tískil eru tey nú eisini farin at klippa nummarplátur av bilum. Og í morgun vóru tað so nakrir bilførarar, sum komu út til ein bil við ongun nummarplátum.