Kannar møguleikan at bjóða Skálafjarðartunnilin út av nýggjum
Kári P. Højgaard, nýggjur landsstýrismaður í innlendismálum, hevur sett arbeiðið ígongd at kanna, hvat krevst av peningi og øðrum, fyri at arbeiðið at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy út, kann bjóðast út.
Tað upplýsir hann, nú Rodmundur Nielsen, tingmaður, hevur fregnast eftir, hvar hetta málið liggur
Tá ið tað arbeiðið er liðugt, verður ein ætlan løgd fyri, hvussu farast kann fram at gera tunnilin.
- Eftir hesum leisti verða tað tey privatu, sum reka og fíggja arbeiðið.
Men Kári P. Højgaard segði, at ein annar møguleiki er at leggja Vágatunnilin, Norðoyartunnilin og ein komandi Skálafjarðartunnil, í eitt felag og at brúka inntøkurnar til at fíggja ein Sandoyartunnil .
Tað er sannlíkt, at tað verður nóg mikið av inntøkum til at fíggja eina verkætlan sum Sandoyartunnilin.
Eftir hesum leisti verður tað Skálafjarðartunnilin ein almenn verkætlan.
- Byggir tað almenna tunnilin verður fíggingin bíligari og tað almenna átekur sær allan vága, staðfestir landsstýrismaðurin.
Men verða tað privatir, sum byggja tunnilin verður fíggingin dýrari.
- Størsta týdning, at hon verður framd á fullgóðan hátt, tí tað, sum hevur størstan týdning, er, at tunnilin verður gjørdur, antin tað so verður privat ella alment, sigur Kári P. Højgaard.
Men sjálvur vil landsstýrismaðurin helst, at tað verða privatir, sum gera tunnilin, tí so eru tað tey privatu, sum átaka sær allan vága.
- Vit hava ein almennan íløgukarm upp á einar 315 milliónir um arið, so tað er skilligt, at tað er ein øguliga stórur biti hjá tí almenna at fara undir eina so stóra verkætlan, sum ein Skálafjarðartunnil, sigur Kári P. Højgaard