Kannar møguleikan at gera tað bíligari at keypa gamalt

Ein spurningur, sum skal kannast í hesum sambandi, er, hvussu nógv tað hevði kostað

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fer nú at kanna um tað ikki kann verða bíligari at selja brúktar lutir.

 

Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin hevur reist spurningin, tí hann sigur, at ein stórur trupulleiki hjá handlum, sum selja brúktar lutir, at teir skulu ofta rinda mvg. Keypir ein endurnýtsluhandil eina vøru fyri 300 krónur, og selur hana aftur fyri 400 krónur, skal meirvirðisgjald gjaldast av søluprísinum.

 

Hetta hevur við sær, at vinningurin upp á 100 krónur verður etin upp av meirvirðisgjaldinum - hóast meirvirðisgjald longu er goldið fyri vøruna, tá ið hon upprunaliga varð keypt nýggj.

 

– Í Danmark eru nógvir endurnýtsluhandlar og har ber til at gjalda meirvirðisgjald eftir eini serligari skipan, har meirvirðisgjald bara verður rindað av sjálvum vinninginum og ikki av søluprísinum.

 

Jørgen Niclasen váttar, at í summum førum verður mvg goldið tvær ferðir av somu vøru. Hetta er støðan tá ið ein mvg-skrásett fyritøka keypir eina brúkta vøru frá onkrum, sum ikki er mvg-skrásettur, og síðani selur vøruna víðari.  Hetta er tó ikki galdandi, um ein mvg-skrásett fyritøka selur eina vøru víðari, sum hon hevur keypt frá einari aðrari mvg-skrásettari fyritøku. Í hesum føri kann fyritøkan draga keyps-mvg frá.

 

Jørgen Niclasen sigur, at er talan ikki um vinnuligt virksemi, kunnu brúktar lutir verða seldir mvg-frítt. Eitt dømi um hetta er, tá ið ein handil selur brúktar lutir fyri onkran annan, sum eigur teir. Í hesum føri skal mvg bara rindast av sjálvum vinninginum.

 

Jørgen Niclasen leggur afturat, at í lógini er ein serlig skipan fyri mvg í sambandi við sølu av brúktum bátum og bilum, har mvg bara verður goldið av vinningi.

 

– Fíggjarmálaráðið fer í næstum at kanna um tað hevði verið ein fyrimunir at sett eina sama slag skipan í verk fyri brúktar lutir, sum taå eru brúktar bátar og bilar. Men í hesum sambandi er tað eisini neyðugt at kanna, hvussu nógva umsiting, ein slík skipan hevði kravt. Hann leggur afturat, at sostatt er tað ringt at meta um, hvat ein slík skipan hevði kostað landskassanum.