Kannar og eftirmetir seg sjálvan

– Um tú vilt menna teg, mást tú vita hvar tú ert, sigur skúlaleiðarin við Norðskála-Oyra, Óli Jákup Joensen. Tí er tað, at skúlin ger sonevndar nøgdsemiskanningar, har foreldrini verða spurd um alt frá trivna til fakliga støðið hjá barni teirra.
– Við kanningini síggja vit, hvussu skúlin flytur seg frá ári til ár, og eisini hvat foreldrini halda um skúlan, sigur hann

Kanningin er ein kvantitativ kanning. Tað merkir, at alt sum tú fært úr henni eru tøl, sum síðani kunnu samanberast frá einum ári til annað.
Skúlin fór undir kanna seg sjálvan í 2005.
– Fyrst var neyðugt at staðfesta, hvat er tað, sum er týdningarmikið. Fyrst høvdu lærararnir fund, har vit søgdu, hvat vit halda er týdningarmikið. Síðani hevði skúlastýrið fund, har tey orðaðu hvat tey mettu vera týdningarmikið. So høvdu foreldrini fund, har tey sluppu at siga, hvat tey hildu vera týdningarmikið, greiðir Óli Jákup Joensen, skúlaleiðari á Norðskála-Oyra skúla, frá.
Norðskála-Oyra skúli hevur tað, Óli Jákup Joensen rópar ein námsfrøðiligan grundvøll, sum skúlin byggir á. Út frá hesum og saman við tí lærarar, skúlastýrið og foreldrini søgdu vera týdningarmikið, vórðu spurningarnir í kanningini orðaðir.
– Við kanningini síggja vit, hvussu skúlin flytur seg frá ári til ár, og eisini hvat foreldrini halda um skúlan, sigur Óli Jákup Joensen.

Tvær árligar royndir
Í kanningini eru tað foreldrini, sum verða spurd eftir. Tey skulu svara fyri, um tey meta at barn teirra, svarandi til aldurin hjá barninum, dugir neyðugu lærugreinarnar á nøktandi hátt.
– Vit kunnu ikki spyrja, heldur tú, at barnið dugir til 11 í rokning? Vit mugu spyrja, heldur tú, at barnið dugir aldurssvarandi at rokna?
– Tí er veikleikin í kanningini er tað fakliga, tí foreldrini kunnu ikki vita hvat eitt barn eigur at duga. Men tað fáa vit upplýsingar um aðrastaðni frá, fortelur Óli Jákup Joensen
Hann greiðir frá, at fakliga støði hjá næmingunum verður kannað tvær ferðir árliga við lesi- og rokniroyndum. Ymiskt er, hvussu hesar royndir verða gjøgnumførdar.
Til teir yngru flokkarnar hava serlærarar verið á skúlanum og greitt frá, hvussu teir gera lesiroyndir og hesar brúkar skúlin nú. Til eldru flokkarnar er einki tilfar, men har verða royndirnar so gjørdar í samráð við aðrar lærarar, sum teir halda vera umboðandi fyri støði.
Í rokning eru tað danskar royndir, sum verða nýttar. Tær eru so at siga tekstfríar, so har er einki næmingurin kann fara skeivur av. Úrslitini úr kanningunum eru somuleiðis greið, tí tey eru trý í tali.
– Har stendur annaðhvørt um næmingurin dugir, ikki dugir ella um tað er ivasamt. Men tað framgongur eisini, hvat næmingurin ikki dugir, greiðir Óli Jákup Joensen frá.

Týdningur og nøgdsemi
Fakligi parturin er bert ein partur av kanningini. Trivnaður er eitt annað, ið spurt verður um, og kunningin millum skúla og heim er eitt triðja evni, ið foreldrini eisini skulu meta um.
– Vit mugu fáa staðfest, hvat er týdningarmikið, og síðani spyrja foreldrini hvussu nøgd tey eru við tað. Tað nyttar jú lítið at vera nøgd við eitthvørt, sum ikki er týdningarmikið, heldur Óli Jákup Joensen fyri.
Eftir fyrstu kanningina vórðu nøkur ting tikin burtur úr, sum vórðu hildin at vera týdningarmikil at bøta.
– Millum annað vísti kanningin, at nøkur sum annars trivust í tímanum, ikki trivust í fríkorterinum. Har fóru vit so inn og gjørdu ymiskt.
– Happing var eitt annað, og tað kann eingin liva við. Tí fingu vit Helle Højby (danskur sálarfrøðingur, sum hevur arbeitt í Føroyum, blðm.) á skúlan, sigur Óli Jákup Joensen.
Helle Højby fingu teir at halda ein fyrilestur, allir lærararnir fingu hvør sína bók, hon hevur skrivað um evnið og tveir lærarar vóru somuleiðis sendir á skeið um evnið. Hetta er eitt ítøkiligt dømi, har man út frá kanningini er farin inn og hevur broytt nøkur viðurskifti á skúlanum.

Kunna við SMS-skipan
Eitt annað dømi um eina ávísa ónøgd, var kunningin frá skúlanum til heimið.
– Kanningin vísti, at foreldrini ikki hildu, at kunningin frá skúlan til heim var nóg góð. Tí hava vit nú gjørt nakrar fastar formularar, sum sigur júst hvussu eitt skriv frá skúlanum sær út, soleiðis at vit øll gera líka, greiðir Óli Jákup Joensen frá.
Hetta er ein ógvuliga einfaldur háttur at bøta um kunningina uppá. Ein annar eitt sindur meiri framkomin og øðrvísi háttur, er ein SMS-skipan, sum skúlin ætlar at brúka.
– Vit hava fingið fatur á einum SMS-forriti, sum kann senda SMS út til foreldrini og minna tey á til dømis ein foreldrafund, so tey tíðliga um dagin fáa eitt SMS um foreldrafundin, sum verður seinni um kvøldið. Hetta er ikki sett í verk enn, men er á trappuni, og er ein máti at styrkja um kunningina uppá, sigur Óli Jákup Joensen.

PISA er gott
Spurdur um, hví tey eru farin undir at kanna og eftirmeta seg sjálvi, svarar Óli Jákup Joensen einfalt.
– Um tú vilt menna teg, mást tú vita hvar tú ert, og í so máta er ein skúli ikki øðrvísi enn eitthvørt annað arbeiðspláss. Í ítróttini spælir tú eisini venjingardystir fyri at kanna leikliga støði og kondi-tal. Hetta gera vit, fyri at fáa eitt barometur inn á skúlan, staðfestir Óli Jákup Joensen, skúlaleiðari á Norðskála-Oyrar skúla.
Hann óttast tískil heldur ikki PISA-kanningina. Óli Jákup Joensen heldur, at hugskotið við PISA-kanningini er gott. Men tá tað er sagt, so sigur hann eisini, at PISA-kanningin var alt ov lítið fyrireikað og óskipað, tá hon varð gjørd.

Norðurlendskur áhugi

Herfyri var Óli Jákup Joensen á eini ráðstevnu fyri norðurlendskar skúlaleiðarar. Har greiddi Óli Jákup frá tí, sum Norðskála-Oyra skúli er farin undir, og mátanum teir gera kanningina uppá.
– At foreldur eru við í kanningini, at gera spurningarnar og at vera við at eftirmeta teir, er ikki vanligt aðrastaðni. Tað er púra vanligt við kanningum av skúlum, men tá eru tað hægri instansir sum siga, at soleiðis og soleiðis skal tað gerast. Tí er hetta somikið nógv øðrvísi enn tað, tey eru von við, og tað skapti veruliga áhuga, sigur Óli Jákup Joensen, skúlaleiðari, sum nú hevur útflýggjað nakað av teirra tilfari til hinar norðurlendsku skúlaleiðararnar.