Kannar tørvin á eldraíbúðum

Húsalánsgrunnurin kannar, hvønn bústaðartørv fólk, ið eru 55 ár og eldri hava

Húsalánsgrunnurin sendi fyrst í desember mánaði í fjør út spurnabløð um alt landið til fólk 55 ár og eldri, fyri at kanna tørvin á einum framtíðar ynskiligum bústaðarmynstri, undir heitinum eldrabústaðir.

Húsalánsgrunnurin sigur, at spurnabløðini eru send út uttan at nakað navn ella P-tal er skrásett, og tí kunnu fólk eykkaleys svara spurningunum.

Spurnablaðið er sett upp í tveimum pørtum:

1Um bústaðarviðurskiftini, sum tey eru.

2Um ætlanir eru um annan bústað.

Húsalánsgrunnurin fekk hópin av aftursvarum beinanvegin, men gjørdist tað tó skjótt grunninum greitt, at nógv fólk løgdu spurnablaðið frá sær til eftir jólastákið og halguna annars.

Grunnurin valdi tí at útseta innlatingartíðina til eftir ársskiftið.

Nú verður so aftur farið undir at raðfesta tey svar, sum higartil eru komin.

Grunnruin leggur tó afturat, at møguleiki enn er at svara hesa vikuna afturat, og verður innlatingarfreistin sostatt sett til 10. januar.