Í Svøríki er Silvia drotning í ferð við at kanna, um pápi hennara sáli hevði nakað tilknýti til nasistarnar. Fyri knappliga tíggju árum síðani skrivaðu svenskir fjølmiðlar, at Walther Sommerlath, sum var pápi drotningina, fór upp í nasiataflokkin í 1934, og at hann fimm ár seinni yvirtók eina fyritøku, sum ein jødi hevði átt. Sambært fjølmiðlunum var yvirtøkan ikki heilt vanlig.
Bertil Ternert, sum er kunningarleiðari hjá svenska kongshúsinum, segði í dag, at kanningin hjá drotningini er ein avleiðing av einari svenskari sjónvarpssending í november í fjør, har sjónvarpið hevði eina heldur neiliga mynd av drotningini og pápa hennara, sigur Bertil Ternert.