Nú kókar skaðafrøin yvir hjá summum, tí endiliga er dómur sagdur yvir leiðsluna í Eik banka. Og nú Karsten Fode vegna Fíggjarligt Støðufesti hevur sagt dómin, hóast onki sakarmál hevur verið, og Fíggjareftirlitið samstundis fer undir sína egnu kanning av Eik banka, hevur fest í bæði hjá fjølmiðlum og politikkarum. Vit føroyingar mugu ómøguligt standa aftanfyri danir í sjálvrættvísu kanningarherferðini, og tí skulu skattapengar á borðið, so onkur frammanundan vælforsýnaður sakførari kann stinga enn eina kanningarmillión niður í fóðrið. Tí vildi landsstýrismaðurin Johan Dahl hava Løgtingið at játta eina millión til Skráseting Føroya at kanna Eik Grunnin.
Fíggjarnevndin mælti í áliti sínum 27. mai í ár Løgtinginum frá at taka undir við eykajáttanini, og Løgtingið so gjørdi. Hin altíð herklæddi Tórbjørn Jacobsen hevur eina súra viðmerking í fjølmiðlunum um mína støðu í álitinum frá fíggjarnevndini. Har sigur hann: “Nú kundi onkur fingið ta fatan, at øll fíggjarnevndin hevði somu jánkasligu støðu til stórmál sum hin substansleysi Miðflokkurin, ið sum kunnugt bara hevur moralsk og etisk mørk í málum sum viðvíkja kviðinum hjá fólki. Soleiðis liggur landið tó ikki. Als ikki.” Helst er trupulleiki Tórbjarnar, at hansara viðmerkingar í álitinum telja null orð. Tað er nú ikki minni jánkasligt í slíkum stórmáli og ber ikki boð um substans. Einasti nevndarlimurin, sum greitt segði sína hugsan í hesum máli, var undirritaði. Er tað jánkasligt og substansleyst? Og hvat hevur tað við kviðið hjá fólki at gera?
Eg haldi framvegis, at tað er uttan meining at lata Skráseting Føroya kanna Eik Grunnin. Skráseting Føroya varð ov nógv vovin inn í viðurskiftini, tá Eik Grunnurin 9. mars í fjør fekk tilsøgn frá Skráseting Føroya at veita trygd fyri Eik banka, so hesin kundi fáa veðhald frá danska statinum upp á 9,1 mia. kr. Ikki minni enn tveir fyrispurningar hava verið á tingi um hesa hending. Men báðir spurningarnir snúðu seg um at kanna leiklutin hjá Skráseting Føroya – ikki Eik Grunnin. Báðir okkara fólkatingslimir hava reist málið á Løgtingi, har Johan Dahl hevur greitt frá, at Skráseting Føroya ikki fremur fíggjareftirlit, men grunnaeftirlit. At koma sum ketta úr høvdatrog, nú alt er riðið undan, er heldur seint. Mín fatan er, at grunnaeftirlitið er leypandi og samstundis, og at gransking av nærri útgreinaðum viðurskiftum sambært § 59 í lóg um vinnurekandi grunnar eigur at fara fram í sambandi við avgerðir, sum m.a. tann, sum varð tikin 9. mars í fjør. Hevði Skráseting Føroya framt sína gransking av viðurskiftunum í Eik Grunninum tá fyri Grunsins rokning, hevði alt bankamálið møguliga sæð øðrvísi.
Nú øði er komin í grindina, eiga vit at umrøða leiklutin hjá Fíggjarligum Støðufesti og serliga Fíggjareftirlitinum. Hvør var teirra leiklutur, tá Eik banki fekk eitt ár afturat frá bankapakka 2? Var politikkur í málinum frá danskari síðu? Var nøkur goymd ætlan um at smoyggja tapini yvir føroyska skattgjaldaran? Kendi Fíggjareftirlitið støðuna í Eik longu í 2008 og 2009, men læt bankan halta víðari, heilt inntil føroyski parturin veðhelt fyri danska partinum?
Tað verður áhugavert spyrja landsstýrið um hesi viðurskiftini.