Eru føroysku peningastovnarnir ov dýrir fyri kundarnar? Eru ómaksgjøldini og renturnar ov høg? Kunnu gjøld og rentustøði grundgevast við høgum kostnaðarstøði í Føroyum, ella er orsøkin at finna í manglandi kapping millum peningastovnarnar?
Afturvendandi spurningarnir, ið mangan elva til kjak í almenna rúminum og millum manna, skuldu eftir ætlan svarast í eini stórari kanning og frágreiðing hjá føroyska Kappingareftirlitinum.
Kappingareftirlitið hevur síðani 2012 kannað kostnaðarstøðið hjá føroysku peningarstovnunum. Kanningin, ið varð mett at kosta tilsamans eina millión krónur, skuldi vera liðug í fjør.
Men hendan upprunaliga tíðarætlanin helt ikki.
- Nei, hetta má taka tað tíð, tað tekur, sigur Terje Sigurðsson, deildarleiðari á Kappingareftirlitinum.
Longu tíðliga í tilgongdini stóð greitt, at tað fór at vera alt ov umfatandi at kanna alt virksemið hjá peningastovnunum. Tí varð arbeiðssetningurin avmarkaður til bara at fevna um realkreditt-marknaðin. Serliga, hví sonevnda ”bidragið” á realkredittlán er nógv dýrari í Føroyum enn í Danmark.
Sambært Terja Sigurðsson er arbeiðið nú komið somikið væl áleiðis, at kanningararbeiðið er gjørt, og ein umleið 70 síður drúgv frágreiðing er skrivað. Eisini hava stóru, føroysku peningastovnarnir fingið frágreiðingina til hoyringar, og hava teir gjørt sínar viðmerkingar.
- Men nú standa vit við spurninginum, hvat skal almannakunngerast, sigur Terje Sigurðsson.
Sum skilst eru Kappingareftirlitið og peningastovnarnir ikki samd um, hvørjar upplýsingar í kanningararbeiðnum skulu gerast tøkar fyri almenninginum.
Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik Banka, vil tó ikki útgreina, hvat tað merkir.
- Jú, vit hava lisið frágreiðingina og hava gjørt okkara viðmerkingar. Meira havi eg ikki at siga í løtuni, sigur Súni Schwartz Jacobsen, sum minnir á, at viðkvæmar upplýsingar kunnu vera í tílíkum tilfari.
Rættartrygd
Terje Sigurðsson ásannar, at kanningin av kostnaðarstøðinum hjá føroysku peningastovnunum er farin út um ta evstamark, ið Kappingareftirlitið upprunaliga setti sær sjálvum.
- Ja, stóð tað til mín, so var frágreiðingin longu almannakunngjørd, sigur Terje Sigurðsson.
Súni Schwartz Jacobsen hevur ikki hug at gera viðmerkingar til hesa útsøgn.
- Tað má eg bara taka til eftirtektar, sigur stjórin í Eik Banka.
Súni Schwartz Jacobsen vil als ikki gera viðmerkingar til innihaldið í frágreiðingini, og ei heldur, hvat hann heldur um niðurstøðurnar í frágreiðingini.
- Lat tað bíða, til frágreiðingin verður almannakunngjørd, sigur Súni Schwartz Jacobsen.
Hóast hann er farin at ótolnast, so minnir deildarleiðarin á Kappingareftirlitinum á, at rættartrygdin má verjast.
- Atlit mugu takast til rættartrygdina hjá teimum, sum vit kanna. Tað besta er sjálvandi, um vit tosa okkum til rættis um, hvat kann almannakunngerast og hvat er at meta sum viðkvæmar upplýsingar, men fast ongin semja má Kappingareftirlitið taka avgerð um, hvat skal almannakunngerast, sigur Terje Sigurðsson.
Hann vísir á, at tann avgerðin kann síðani kærast til Vinnukærunevndina fyri kappingarmál. Tílík kæra fær tá steðgandi virknað. Tað merkir at upplýsingar, sum ivamál er um, kunnu ikki almannakunngerast fyrr enn Vinnukærunevndin hevur talað. Tó kann Kappingareftirlitið velja at almannakunngera avgerðina beinanvegin, uttan tær upplýsingar, sum ivamál eru um.
- Fremsta atlitið hjá Kappingareftirlitinum í sambandi við almannakunngerð er, at vanligir føroyingar, fyritøkur og politiska skipanin fær atgongd til eina kanning, sum er til at skilja. Hetta endamál verður bara røkkið, um møguligt er at vísa á sannroyndar upplýsingar um rakstrar- og handilslig viðurskifti, sigur Terje Sigurðsson og leggur afturat:
- Tí er tað at eg sigi, at hetta má taka ta tíð, tað tekur.
Enn eru Kappingareftirlitið og peningastovnarnir tó framvegis í samskifti um, hvørjar upplýsingar skulu almannakunngerast.
Terje Sigurðsson vil enn einki siga um innihaldið í tí umleið 70 síður drúgvu frágreiðingini um kostnaðarstøðið hjá føroysku peningastovnunum.
- Men tað er greitt, at niðurstøðurnar í frágreiðingini eru ikki til diskusjón. Tær eru 100 prosent okkara egnu, sigur Terje Sigurðsson.
Sambært deildarleiðaranum er ikki endalig støða tikin til, hvørt ein fyribils frágreiðing verður almannakunngjørd, um semja ikki fast við BankNordik og Eik Banka, ella um bíða verður eftir avgerðini hjá Vinnukærunevndini.
Um avgerð verður tikin um at almannakunngera eina fyribils frágreiðing, verða rakstrar- ella handilslig viðurskifti, sum kunna vera til skaða fyri BankNordik og Eik Banka, tiknar úr frágreiðingini.
- Hetta er nakað, sum vit umhugsa. Men hartil eru vit ikki komin enn, sigur Terje Sigurðsson og heldur fram:
- Eg trúgvi at bæði BankNordik og Eik Banki ynskja at kanningin verður almannakunngjørd soleiðis, at almenningurin fær eitt nøktandi innlit, men at teir sjálvsagt vilja tryggja seg ímóti at kappingarneytar fáa eitt innlit í teirra viðurskifti, sum harvið stillar teir verri í kappingini frameftir.
FAKTA
Upprunaliga var endamálið at gera eina nágreiniliga viðgerð av kostnaðarstøðinum hjá føroysku bankunum. Í kanningini skuldi viðgerast, hvussu raksturin hjá føroysku bankunum er í mun til sambæriligar danskar bankar og ítøkiliga greinað, hvat einstøku tænasturnar í veruleikanum kosta føroysku bankunum.
Rættuliga skjótt stóð greitt, at arbeiðssetningurin var ov umfatandi í mun til fíggjarligu orkuna hjá Kappingareftirlitinum. Tí varð kanningin avmarkað til bara at fevna um realkreditt-marknaðin, har stóru føroysku peningastovnarnir síðstu árini hava bjóðað føroyingum donsk realkredittlán.
Kanningararbeiðið verður lýst soleiðis:
Talan er um orkukrevjandi og truplar fíggjar- og búskaparliga greiningar og neyðugt verður lutvíst at keypa uttanhýsis serkunnleika til kanningina. Ætlanin er at seta ein persón við serkunnleika innan fíggjarmarknað og hagtalsviðgerð sum verkætlanarsettan, mett verður at svara til eitt 1?2 ársverk, hetta verður fíggjað av játtanini hjá Kappingareftirlitinum.
Greining av prís- og kostnaðarstøðið av fíggjartænastum umframt meting av møguligum kappingarligum atgerðum krevur serkunnleika innan búskaparfrøði og kappingarlóggávu. Norðurlendskir kappingarmyndugleikar nýta í stóran mun greiningarfyritøkur til at fremja búskapar- og løgfrøðiligar greiningar.
Kanningararbeiðið varð mett at kosta tilsamans eina millión krónur. Arbeiðið er í høvuðsheitum gjørt innanhýsis á Kappingareftirlitinum. Frágreiðingin skuldi upprunaliga vera liðug í fjør, men í løtuni er óvist, nær kanningin verður almannakunngjørd.
Kelda: fíggjarlógir og eykajáttanarlógir
FAKTA:
Kappingareftirlitið kann gera kanningar av vinnugreinum ella av ávísum sløgum av avtalum innan fyri ymiskar vinnugreinir við tí endamáli at fáa kunnleika til ella innlit í kappingarstøðuna innan fyri ávísu vinnugreinina ella ávísu vinnugreinirnar. Kappingareftirlitið kann almannakunngera slíka kanning, tó við ávísum avmarkingum.
Almannakunngerð fevnir ikki um upplýsingar um teknisk viðurskifti, heruppií gransking, framleiðsluhættir og vørur, umframt rakstrar- og handilsloyndir, tá talan er um upplýsingar av serligum búskaparligum týdningi fyri persónin ella fyri fyritøkuna, sum upplýsingarnar viðvíkja. Harumframt kunna upplýsingar um viðurskifti hjá einstøkum viðskiftafólkum í mun til fyritøkur undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum ikki almannakunngerast.
Kelda: Kappingarlógin