Í reyða veingi eru Javnaðarflokkurin, Radikali Vinstri, Sosialistiski Fólkaflokkurin, Eindarlistin og Alternativið. Tey standa í kanningini til at fáa 55,9 av atkvøðunum og 100 sessir í Fólkatinginum.
Í bláa veingi eru Vinstri, Danski Fólkaflokkurin, Liberal Alliance, Konservativi Fólkaflokkurin, Kristindemokratarnir, Nye Borgerlige og Borgerlisten. Tey standa til at fáa 42,8 prosent av atkvøðunum, svarandi til 75 sessir í Fólkatinginum.
Stram Kurs hevur ikki peikað á nakað forsætisráðharraevni og verður tí ikki roknaður sum partur av blokkunum í donskum politikki.
Alternativið er íroknað reyða veingi, sjálvt um flokkurin peikaða á sín egna formann sum forsætisráðharra. Flokkurin pekaði til seinasta val á forsætisráðharraveni hjá reyða veingi.
Tølini eru vigað miðaltøl í Ritzau Index, meðan tølini í klombru eru úrslitini í nýggju kanningini, sum Voxmeter hevur gjørt fyri tíðindastovuna Ritzau:
Javnaðarflokkurin: 32,2 prosent - 59 sessir (31,4 prosent – 57 sessir)
Radikali Vinstri: 7,8 prosent – 14 sessir (7,8 prosent – 14 sessir)
Sosialistiski Fólkaflokkurin: 7,9 - 14 sessir (7,9 prosent – 14 sessir)
Eindarlistin: 7,1 prosent - 13 sessir (6,9 prosent – 13 sessir)
Alternativið: 0,8 prosent - 0 sessir (0,9 prosent – 0 sessir)
Reyði vongur tilsamans: 55,9 prosent - 100 sessir (54,9 prosent – 98 sessir)
Vinstri: 18,8 prosent - 34 sessir (19,3 prosent – 35 sessir)
Danski Fólkaflokkur: 6,7 prosent - 12 sessir (6,7 prosent – 12 sessir)
Liberal Alliance: 2,2 prosent - 4 sessir (2,2 prosent – 4 sessir)
Konservativi Fólkaflokkurin: 9,0 prosent - 16 sessir (9,6 prosent – 18 sessir)
Kristendemokratarnir: 1,4 prosent - 0 sessir (1,3 prosent – 0 sessir)
Nye Borgerlige: 4,7 prosent - 9 sessir (4,3 prosent – 8 sessir)
Borgerlisten: 0,0 prosent - 0 sessir (0,0 prosent – 0 sessir)
Blái vongur tilsamans: 42,8 prosent - 75 sessir (43,4 prosent – 77 sessir)
Stram Kurs: 0,5 prosent - 0 sessir (0,6 prosent – 0 sessir)
Mesta óvissan í kanninginier upp á umleið +/- 2,9 prosentstig.
Kanningin er gjørd millum 5. og 10. oktober. 1007 fólk eru spurd í kanningini.