Donald Trump, valevni hjá Republikanurunum, liggur framvegis klárt á odda, meðan tað er heldur tættari millum valevnini hjá Demokratunum.
Tann umstríddi Donald Trump tykist hava fingið eina flúgvandi byrjan í stríðnum um at gerast valevni fyri Republikanska flokkin í USA, tá veljararnir í statinum Iowa sum tann fyrsti staturin í morgin skulu siga, hvønn tey vilja hava til forsetavalevni.
Og tað sama kann sigast um stórfavorittin hjá Demokratunum, Hillary Clinton.
Eins og Donald Trump fær hon, sambært Wall Street Journal, oddasessin í veljarakanningum, sum eru almannakunngjørdar tvey samdøgur fyri tað sonevnda caucuses í Iowa, har borgarar, sum eru skrásettir sum flokslimir, hava rætt at taka lut.
Ein kanning hjá Iowa-blaðnum Des Moines Register og tíðindastovuni Bloomberg vísir, at 28 prosent stuðla Donald Trump. Næstir honum eru Ted Cruz, guvernørur í Texas, við 23 prosentum og Marco Rubio, senatorur í Florida, við 15 prosentum.
Harvið er stuðulin til Donald Trump øktur í mun til fyrru kanningina frá Des Moines Register fyri trimum vikum síðani, tá frástøðan millum ognarmilliardingin og Ted Cruz var eitt sindur minni.
Bara tvey prosent stuðla Jeb Bush. Fyrrverandi guvernørurin í Florida var fyrr í tilgondini mettur at vera favorittur sum eitt boð upp á nýggjan forseta, men hann hevur sambært politiskum eygleiðarum tykst litleysur og mótleysur og uttan evni at kappast við karismatiskar persónar sum Trump og Cruz í teimum mongu sjónvarpskjakunum.
Meðan limirnir í Republikanska flokkinum hava 11 valevni at velja millum, so eru tey færri hjá Demokratunum, sum hava tríggjar persónar, og í veruleikanum er tað Hillary Clinton móti Vermont-senatorinum Bernie Sanders.
Triða valevni, Martin O'Malley, hevur sambært veljarakanningum ongan møguleika. Í kanningini hjá Des Moines Register og Bloomberg stendur Hillari Clinton til at fáa 45 prosent og Bernie Sanders 42 prosent.
Ein vigað meting av eini 12 kanningum vísir eisini støðsta stuðulin til fyrrverandi forsetafrúuna og uttanríkisráfrú við 47,3 prosentum móti 44 prosentum til Sanders, sambært realclearpolitics.com (RCP).
Vigaðu kanningarnar hjá RCP fyri tey republikansku valevnini hava Donald Trump á odda við 30,8 prosentum framman fyri Ted Cruz við 24,5 prosentum og Marco Rubio við 14,5 prosentum.
Í 2012 tók Rick Santorum longsta stráið í Iowa millum republikansku valevnini. Hann fekk 24 atkvøður meira enn nummar tvey, ið var Mitt Romney, sum tó endaði við at verða nomineraður sum floksins valevni.