Kanningar: Tveir høgraflokkar kunnu fáa meiriluta í Spania

PP og Vox liggja í tveimum meiningakanningum um teir 176 sessirnar, sum geva meiriluta í tjóðartinginum.

 

Floksleiðarin í spanska flokkinum Partido Popular (PP), Alberto Nunez Feijoo, atkvøður á einum valstað í Madrid. Konservativi flokkur hansara fer sambært veljarakanningum at gerast størsti flokkur. Men hann fær ikki meiriluta einsamallur. - Foto: Pierre-Philippe Marcou/Ritzau Scanpix

Spanski konservativi flokkurin Partido Popular (PP) er sambært meiningakanningum á valstøðum valdagin størsti flokkur á tjóðartingsvalinum í Spania.

Sambært eini kanning frá sjónvarpsfelagnum RTVE fær PP eitt gott val og kann fáa umleið 145 sessir. Á seinasta valið í 2019 fekk flokkurin 88 sessir.

PP sær tó ikki út til at kunna fáa meiriluta einsamallur. Men tað fær flokkurin kanska, um hann fer saman við flokkinum Vox, sum er longri úti á høgraveinginum.

Tilsamans liggja PP og Vox í kanningunum nær við teir 176 sessirnar, sum skulu til fyri at fáa meiriluta.

Tað vísa tvær meiningakanningar, sum eru almannakunngjørdar, eftir at valhølini lótu aftur klokkan 20 spanska tíð. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Tað verður í Spania ikki gjørdar kanningar á valstøðunum, har veljarar verða spurdir um, hvat teir hava atkvøtt, skrivar tíðindastovan AFP.

Onnur kanningin gevur teimum beint undir 176 sessir, meðan ein onnur gevur teimum tilsamans 181 sessir.

Tað eru 350 sessir í spanska tjóðartinginum.

Sosialistaflokkurin PSOE og Pedro Sánchez, forsætisráðharri, síggja soleiðis út til at tapa valið og stjórnarvaldið. Kanningin hjá sjónvarpsstøðini RTVE gevur PSOE umleið 115 sessir.

Tann kanningin er grundað á samrøður við 17.000 veljarar fram til sunnudagin.

Hin kanningin hjá greiningarstovuni GAD3 er grundað á samrøðu við 10.000 veljarar fram til leygardagin.

Í báðum kanningum eru veljarar spurdir, hvørjum teir høvdu hugsað sær at atkvøtt fyri.

Tað verður frammanundan roknað við, at valið verður javnt.

Greiningarstovan hevur spátt, at endaliga úrslitið verður avgjørt av undir einari millión av teimum 37,5 milliónum veljarunum. Færri enn tíggju sessir væntast at vera á muni millum veingirnar.

Uppteljingin byrjaði klokkan 20 okkara tíð, skrivar spanska blaði Eæ Pais.

Roknað verður við meira neyvum forsøgnum umleið klokkan 21, tá floksformenninir vera í kjaki.

Tveir tímar áðrenn valstøðini lótu aftur, høvdu 53,12 prosent av veljarunum greitt atkvøðu. Tað er næstan fýra prosentstig lægri enn í 2019.

Nógvir veljarar atkvøddu tíðliga á degnum, áðrenn hitin av álvara gjørdi vart við seg.

Spania hevur ongtíð áður hildið val mitt um summarið. Í nøkrum partum av Suðurspania kom hitin í dag upp á 40 hitastig, skrivar AFP.

/ritzau/

 

Floksleiðarin í spanska flokkinum Partido Popular (PP), Alberto Nunez Feijoo, atkvøður á einum valstað í Madrid. Konservativi flokkur hansara fer sambært veljarakanningum at gerast størsti flokkur. Men hann fær ikki meiriluta einsamallur. - Foto: Pierre-Philippe Marcou/Ritzau Scanpix