Tveir menn frá kriminalteknisku deild hjá ríkispolitiovastanum og ein maður frá Dansk Brand- og Sikringsinstitut komu mikudagin upp til Føroya fyri at finna møguligu orsøkina til stóra eldsbrunan í Sigmundargøtu mánanáttina.
Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, sigur, at arbeitt varð allan mikudagin og arbeiðið helt fram hósdagin. Enn ber tó ikki til at siga nakað neyvari um, nær eitt greitt úrslit er klárt, men hann væntar, at tað fer ikki at ganga so long tíð.
Sjálvt arbeiðið á staðnum skuldi eftir ætlan enda hósdagin og síðani skuldu menninir niðuraftur til Danmarkar fríggjadagin um onki serstakt kemur fyri.