Mánakvøldið samtykti Tórshavnar Býráð einmælt, at Kommunusamskipan Føroya heldur fram við at kanna fyrimunir og vansar av eini møguligari privatisering av SEV.
Tað var Sambandsflokkurin í Tórshavnar Býráð, sum hevði kravt málið um privatisering av SEV fyri býráðið, eftir at komið varð fram, at Kommunusamskipan Føroya arbeiddi við málinum.
Heðin Mortensen segði í farnu viku, at borgarstjórin og býráðsskrivarin vóru farnir út um sínar heimildir í hesum máli.
Leivur Hansen, borgarstjóri, sigur í tíðindaskrivi, at arbeiðið, sum Kommunusamskipanin varð í gongd við nú heldur fram, og tá úrslitið av kanningunum er greitt, leggur Kommunusamskipan Føroya tað fyri býráðini í teimum seks limakommununum til ummælis og støðutakan.