- Kanningin hevur reinsað okkum politikarar
Tað er niðurstøðan hjá Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni og fyrrverandi landsstýrismanni, nú niðurstøðan av kanningini um skúladepilin í Hovi, er liðug.
- Kanningin staðfestir, at politiskt er onki farið fram, sum kann elva til, at nakrar avleiðingar skulu takast av tí.
- Talan var um eina politiska avgerð, sum var tikin eftir teimum reglum, sum slíkar avgerðir eiga at takast eftir, sigur Jógvan á Lakjuni, sum var landsstýrismaður, tá ið avgerðin varð tikin.
Hinvegin vísir kanningin á, at Løgtingið í einum føri fekk skeivar upplýsingar, men tað fekk avleiðingar við tað, at stjórin í Landsverki fór frá.
Kanningin finst eisini at, at notatskyldan ikki er hildin í øllum førum.
- Men samanumtikið kemur kanningin til ta niðurstøðu, at politiskt er onki revsivert farið fram, sigur Jógvan á Lakjuni.
Tað var Løgtingið, sum bað um kanningina og Jógvan á Lakjuni heldur, at nú, hon er komin, er leikluturin hjá formansskapinum liðugur.
- Løgtingið hevur biðið um kanningina og nú hon er liðug, er tað ikki uppgávan hjá formansskapinum at gera meiri við málið.
- Skal meiri gerat við málið, má Løgtingið sjálvt gera tað, staðfestir Løgtingsformaðurin.