Kanska bíligari at byggja ítróttarhøll

Annan mánadag verður lisitatión yvir innkomin tilboð í sambandi við bygging av ítróttarhøll Inni í Dal á Sandi, og fyri 1. desember í ár skulu øll tilboð verða inni. Landsverk hevur bjóðað út jørðarbeiði í sambandi við bygging av ítróttarhøll Inni í Dal á Sandi. Tilboðini skulu verða Landsverki í hendi í seinasta lagi mánadagin, 27. september, tá lisitatión verður yvir innkomin boð.

Aftanfyri verkætlanina Inni í Dal situr ein bygginevnd, sum er mannað við tveimum umboðum fyri Sandoyar Skúlasamband, sum umboðar kommunurnar í oynni. Skúlastjórin við Sandoyar Meginskúla er eisini í nevndini, eitt umboð fyri B71, umboð fyri Mentamálaráðið og umboð fyri Landsverk.

Gerhard Lognberg, sum er formaður í Sandoyar Skúlasambandi sigur, at á seinasta fundi í bygginevndini varð sett út í kortið, at tilboð upp á liðugtgerð skulu verða Landsverki í hendi í seinasta lagi hin 1. desember í ár.

Við hesum er væntandi, at ítróttarhøllin á Sandi kann standa liðug einaferð í komandi ári, um alt gongur væl.

Gerhard Lognberg sigur, at nóg mikið av peningi er sett av á fíggjarlóg løgtingsins til at gera lendið, har ítróttarhøllin skal byggjast, byggibúgvið.

- Tað er landskassin, sum byggir ítróttarhøllina Inni í Dal, og tað er soleiðis Landsverk, sum er byggiharri. Brúkast kunnu í mesta lagi 27 miljónir krónur til hesa verkætlan, men nú tíðirnar eru fíggjarliga trengri, enn tær hava verið í nógv ár, er ikki vist, at verkætlanin ikki kann fremjast nakað bíligari.

Gerhard Lognberg sigur, at sandoyingar eru sera fegnir um, at spaki skjótt verður settur í til ítróttarhøll Inni í Dal, og at ætlanin er at bjóða alt arbeiði út fyri 1. desember í ár.