Kanska ein avgerð

Vinna kollfirðingar á hoyvíkingum sunnudagin, eru teir í FM-finaluni. Vinnur H71 hinvegin, skal KÍF hava eitt stig burtur úr tveimum teimum síðstu dystunum

Nú bara fáir dystir eru eftir í Atlantic Airways-kappingini, er fram­vegis ein ósvaraður spurn­ingur: Verður tað KÍF ella H71, sum skal møta Neistanum í FM-finaluni?
Framvegis er KÍF í einari lyklastøðu, tí liðið bara skal tryggja sær eitt stig aftrat í trim­um teimum síðstu dyst­unum fyri at koma í finaluna. Sunnudagin spælir KÍF á heima­vølli enntá ímóti H71, og tá er tað ein sannroynd, at vinn­ur KÍF, er liðið í FM-final­uni.
Hendir hinvegin tað, at hoyvíkingar vinna, eru teir bara tvey stig aftan fyri KÍF, sum tó hevur ein dyst meira eftir at spæla. Fær KÍF stig í øðrum av teimum báðum dyst­unum, sum eru úti ímóti Kyndli og StÍF, er KÍF í finaluni. Fær KÍF hinvegin einki stig burtur­úr, samstundis sum H71 vinnur sín síðsta dyst, sum er ímóti VÍF, er H71 í finaluni.
Tveir aðrir dystir eru hjá monnunum um vikuskiftið, og tann fyrr er longu í kvøld, tá botnuppgerð verður í Bad­minton­høllini í Klaksvík, har Team Klaksvík tekur ímóti StÍF. Úrslitið flytur einki, tí Team Klaksvík verður verandi niðast og StÍF næstniðast. Og gestirnir eru annars stór­favorittar.
Triði dysturin er sunnudagin í Vestmanna, tá VÍF og Kyndil møtast í tí, sum verður roknað sum tann stóri klassikarin í manshondbóltinum. Kortini er lítil klassikaradámur yvir upp­gerðini hesa ferð, tí bæði VÍF og Kyndil eru úti av FM-kapp­ingini, so hetta er í mesta lagi ein dystur um fjórða plássið.