Kanska má regnskjólið við í býin

Báðar tær norsku veðurtænasturnar lova regn allan seinnapartin

Líkt er til, at tað verður ein vát løta á Tinghúsvøllinum, tá tingið verður sett í á miðdegi. Bæði DMI, Yr og Storm siga frá ælaveðri ella regni.

Tær báðar norsku veðurstovurnar eru einans ósamdar um, hvørt tað fer at regna frá 10 til 15 ella frá 12 til 17.

Íslendska veðurtænastan Belgingur væntar tó frægari ólavsøkuveður. Sambært henni, fara ælini framvið okkum í ein útnyrðing, longu áðrenn klokkan 12 og síðani verður turt allan dagin.

 

 

Her er veðurforsøgnin hjá DMI:

Eitt lágtrýst vestan fyri Skotland liggur mest sum í stað og sendir tíðum brúgvaløg inn yvir Føroyar. Í næstu viku fer ein lítil hátrýstsryggur at gera veðrið støðugari.

 

Í dag

Lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, upp í 8 m/s. Sólglottar, men møguliga okkurt æl og mjørki í støðum. Hitin millum 12 og 18 stig, um náttina niður í 10 stig.

 

Mánadagin

Lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Ælaveður, men eisini sólglottar. Hitin millum 10 og 14 stig, um náttina niður í 10 stig.

 

Týsdagin

Lot til andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 2 til 7 m/s. Ælaveður, men eisini sólglottar. Hitin um dagin millum 10 og 14 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.

 

Mikudagin og hósdagin

Lot til andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 2 til 7 m/s. Sól og yvirhøvur turt. Hitin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 6 og 10 stig.