Magnus Gunnarsson
Ætlanir eru frammi um at hava ein bil kláran í 2003. Møguliga verður tað ein Mondeo undirvognur við longdari aksulfrástøðu, ella ein bilur, bygdur yvir tann stóra Volvo S-80, har eisini verður møguleiki fyri einum stationvogni.
Við at brúka Volvo undirvognin uppfylla teir trý krøv til ætlanina. Fyri tað fyrsta: Fáa teir ein persónvogn og ein stationvogn. Fyri tað næsta: Ríkiligt av útgerð og rímiligur prísur. Fyri tað triðja: Trygdin verður á høgum støði, bæði tann aktiva og passiva. Allar hesar treytir verða uppfyltar við at brúka Volvo.
FDM / Motor nr.1/2000