Um vikuskiftið tók ein føroysku kvinnumanning lut í árligu kapprógvingini á Scilly-oyggjunum. Tær sjey kvinnurnar mannaðu bátin Atlantic, og tá ið kappingin var av sunnudagin endaðu tær á einum sera heiðurligum sættaplássi millum teir 90 luttakandi bátarnar.
Sera væl nøgdar
Kerstin Rasmussen, ein av føroysku rógvarunum, sigur, at tær eru sera væl nøgdar við úrslitið á Scilly. Tað var manningin á 6-mannafarinum Jarnbardi úr Havn, sum vann sær rætt til at taka lut í kappingini á Scilly-oyggjunum, men tað var beinan vegin greitt, at tað ikki lá fyri hjá øllum kvinnunum umborð á Jarnbardi at taka lut í hesari kapping. Tískil vendu tær sær til manningina á Páll Fanga úr Klaksvík, ið gjørdist nummar tvey og onkran annan bát, so at tær fingu manning til at taka lut á Scilly-oyggjunum, greiður Kerstin Rasmussen frá.
Føroyska manningin hevur vant dúgliga her heima, áðrenn farið var til Scilly. Føroyingar hava fingið bátin Brendan at nýta til venjing her heima, men Kerstin Rasmussen sigur, at stórur munur var á Brendan og so Atlantic, ið tær róðu í niðri á Scilly-oyggjunum. Hon sigur, at Brendan er væl tyngri og breiðari enn Atlantic, sum er líkur øllum hinum bátunum, ið kappast verður í á Scilly. Eisini er árarnar heilt øðrvísi umborð á Brendan, enn tær eru á bátunum, ið tóku lut í stóru kappingini.
Góðar umstøður at rógva
Føroyska manningin kom til Scilly miðskeiðis í farnu viku, men vegna vánaligar venjingarumstøður bar ikk til at flota Atlantic fyrr enn fríggjadagin. Tað merktist sjálvsagt, at føroysku kvinnurnar ikki høvdu so góða tíð at venja seg við bátin, og hetta var kanska ein av orsøkunum til, at tað ikki gekk so væl leygardagin sum sunnudagin.
Tá ið Atlantic róði tann róðurin leygarmorgunin, fingu tær ein sera vánaligan start, tí tær sóu ikki startflaggið og komu tí alt ov seint avstað. Tað gekk tó ikki heilt galið, tí føroyska manningin megnaði at rógva seg frá eitt tíggjunda pláss. Verri gekk seinni um dagin, tá ið næsti róður var á skránni. Kerstin Rasmussen sigur, at tann róðurin kiksaði fullkomiliga, tí tær fingu alt ov vánaligan start, og harafturat var taktikkurin hjá teimum við at rógva seigan róður heilt skeivur, tí tær komu ongantíð upp í ferð. Tær sóu tí tíðliga, at tær ikki megnaðu at halda seg í A-bólkinum, og tískil tóku tær sær av løttum seinastu 40 tøkini, sigur Kerstin.
Sunnudagin var søgan ein heilt onnur. Í finaluni í B-bólkinum gjørdu føroysku kvinnurnar brat, og tær vunnu bólkin við hálvari aðrari bátslongd aftur til nummar tvey. Kerstin Rasmussen sigur, at tær vóru øgiliga uppsettar upp á at vinna og harvið koma í A-finaluna, og tað eydnaðist teimum eisini.
Í finaluni í A-bólkinum gekk eisini væl. Føroysku kvinnurnar góvu alt tær áttu, og tað rakk til eitt sættapláss. Hetta vóru tær sum vera man ógvuliga fegnar um, tí tað merkti samstundis,
at tær gjørdust nummar seks av samanlagt 90 bátum, og tað er eitt sera gott úrslit, heldur Kerstin Rasmussen.
Hava sjálvar fíggjað ferðina
Tað er ikki sørt kostnaðarmikið hjá einari føroyskari bátsmanning at taka lut í kappingini á Scilly-oyggjunum. Kerstin Rasmussen sigur, at tær hava sjálvar útvegað alla fígging til ferðina. Tær hava søkt ymsar grunnar og fyritøkur um stuðul, og harafturat hava tær havt lutaseðlasølu, kakutombola og onnur tiltøk til tess at fáa pengar til ferðina. Hetta hevur verið ógvuliga strævið, sigur hon og leggur afturat, at tær sjálvar eisini hava goldið 200 krónur um mánaðin í part inn á bók síðani seinasta summar. Eisini hava tær fingið góðan stuðul frá Richard Hardman, fyrrverandi stjóra í Amerada Hess, sum var tann, ið legði lunnar undir føroyska luttøku í kappingini á Scilly, og sum tøkk fyri stuðulin fekk Richard Hardman ein málning, sum ein av rógvarunum á Atlantic, Anna Mohr, sjálv hevði málað.
Arbeiði við at útvega pengar hevur verið ógvuliga strævið hjá teimum sjey kvinnunum at útvega fíggingina, og Kerstin heldur, at tað er ógvuliga ivasamt, um nøkur føroysk bátsmanning aftur fer at vitja á Scilly, um tey sjálvi skulu standa fyri at útvega fígging til ferðina. Hon heldur tað verða stórt spell, at tað ikki longur er so, at túrurin er fíggjaður av øðrum, tá ið ein bátur vinnur sær rætt til at luttaka í stóru róðrarkappingini. Sjálv heldur Kerstin, at um tað framhaldandi skal verða so, at manningarnar sjálvur skulu útvega fígging, so var teirra vitjan helst tann seinasta av sínum slag á Scilly-oyggjunum.
Fimm verða við Jarnbardi
Føroyska kvinnumanningin kom aftur til Føroya í gjár, og nú verður so farið undir at venja til FM-róðrarnar her heima. Kerstin Rasmussen sigur, at fimm av teimum sjey umborð á Atlantic rógva við Jarnbardi í ár, meðan ein er umborð á Páll Fanga. Tann seinasta hevur lagt árina frá sær og er farin undir lestur í Danmark.