Kanska tú droymir um fuglasong

Veturin er langur og strangur, og meðan glerpípurnar so stórar sum skipsmastrar hanga í berginum, droyma vit øll um komandi várið og lýggja summarið. Eisini ærin, sum tráar eftir grønum summarhaga

Hon hevur lagt seg at jótra. Tað sindrið av grasi, sum skavað er undan kavanum. Lítið er fóðurvirði í tí nú einar fjúrtan dagar fyri grækarismessu. Men betri er enn einki, hóast grønt, sevjumikið gras hevði verið betri.
Men grasið er ikki grønt hesa tíðina, uttan gult og turt. Kalt er eisini, og kavin fjalir alt, sum bara ber brá av at vera etandi. Einasta, sum atkomiligt er, er tarin.
Tær av Teimum Eystaru, sum liggja í Malarhjøllunum, hava leitað sær oman á Møl. Hava verið í urðini og Taravíkini og fingið sær tara. Gott til búkfyllu.
Nakað av høgætt er enn, og ikki heilt kyrt, so frægast man Umvarpið roynast at leggja seg á. Passaliga ovarlaga og kortini við fríum utsýni bæði heim gjøgnum Malarhjallarnar og yvir Búmúla. Heim gjøgnum Kaldakinn og niðan móti Hellugrindarliði.
Men haðani er einki væntandi í dag uttan høgættin, sum køld og miskunnarleys leggur meira kulda og kava oman yvir okkum.
So dreymurin er einasti møguleikin at sleppa burtur úr hesi støðuni. Hóast »....langt er her enn til summarsligt lag«, er loyvt at leggja seg at minnast aftur á, hvussu var seinasta summar út móti Láturgjógv, meðan lombini spældu undir Miðskorum.
Havhestur, bakur og mási larmaðu hvør í sínum lagi bæði yvir og undir, meðan pollamjørkin spakuliga gleið út av Hvítkjalla og norður av Góðadali.
Men í dag er alt hetta burtur. Dunið av brotunum hoyrist hvølt, hvørja ferð tey leggja inn yvir helluna og niðan í urðina. Ísur liggur heim eftir vatninum, og sólin, sum komin er fram, skínur so bjørt niður á hann og sendir ljósið aftur, so tú noyðist at blunda fyri ikki at blindast.
Maður hevur verið og leitað eftir reka. Eina plastikboyu hevur hann funnið, men ikki tímað at borið til hús kortini. Hevur hevt stertin í ein skrástívara á turkilagnum, her stendur næst við. Løgin hesi fólkini, sum bara skulu hava, men kortini ikki hava brúk fyri.
Og Eysturi undir Dali er fossurin burtur. Hann er tikin til vatnorku. Men nakað er runnið kortini, og veturin hevur lagt í leinkjur tað, sum eftir var.
Tær hanga niður millum Brøðraberg og Murtaskorarnar, hesar veldugu glerpípurnar, tjykri enn skipsmastrar og so nógv longri.
Undan Horninum og niður i Svøltutá er klætt við kava, og Trøllshøvdi hevur einki at bjóða uttan harðfrystan vøll, sum skavast skal, skal nøkur metta fáast.
Hon reisist, tá hon verður órógvað av myndamanninum, sum kemur ov nær. Eitt sindur er hon tyngnað. Tveir, kanska hálvurtriðji mánaður eru eftir, til tað aftur fer at spæla rundan um hana. Hon fer at ganga har í bønum og eta. Illa hava tíð at svara, tá jarmað verður eftir henni. Bara eitt óskiljandi mutl upp úr grasinum, meðan lambið kemur rennandi og við somu ferð rennir múlan upp undir júgurðið, so annað afturbeinið lyftist uppfrá, meðan tað fær sær. Ger skjótt av og so aftur at spæla.
Hesar hugaligu løtur gera tað hóast alt gjørligt at koma ígjøgnum teir køldu, kørgu vetrardagarnar.
Droymandi í longsli eftir tí betra, ið koma skal.