Einkarsølan
Rógvi Nybo
- Tann, sum hevur gjørt nýtslu av Rúsuni og handlað í Rúsuni ein fríggjadag seinnapart, hevur sæð eina rímiliga kaotiska støðu í teimum flestu handlunum hjá Rúsuni í landinum, og fyri at fólk skal hava møguleika fyr iat handla eins væl har, sum aðrastaðni, so hava vit gjørt av, at lata hana verða opna frá leygardag frá 10 til 16.
Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum um orsøkina til, at hann nú hevur broytt kunngerðina um Rúsdrekkasølu Landsins soleiðis, at tað nú verður gjørligt hjá Rúsuni at hava opið leygardag eisini.
Sama sum aðrastaðni
Áðrenn landsstýrismaðurin broytti kunngerðina, hevði hann ætlaðu broytingarnar til hoyringar hjá Fólkaheilsuráðnum.
Fólkaheilsuráðið heldur tað verða rímiligt, at einkarsølurnar í landinum fylgja teimum vanligu handilstíðunum, og at rúsdrekkaeinkarsølurnar í hinum norðurlondunum eisini hava opið leygardagar.
- Ráðið heldur eisini, at tann gravgangur, sum sæst í einkarsølunum fríggjadagar seinnapart, tá fólk koma úr arbeiði, er lítið virðiligur, sigur Fólkaheilsuráðið í sínum viðmerkingum.
Sostatt er Fólkaheilsuráðið samt við landsstýrismanninum í grundgevingunum fyri at lata Rúsna hava opna leygardagar eisini.
Snýr seg ikki um pengar
Landsstýrismaðurin í Vinnumálum heldur fast við, at tað er ikki ein spurningur um at selja meira og forvinna meira pening, at rúsdrekkasølurnar sleppa at hava opið seks tímar meira um vikuna, heldur ikki at talan er um eina betring í atkomumøguleikunum.
Spurdur, um hann ikki heldur tað verða ein møguleika at nøkur fara at keypa leygardag, sum annars ikki høvdu keypt, um Rúsan ikki var opin leygardag, sigur Johan Dahl.
- Tey fólkini, sum hava hug at drekka, og drekka ein leygardag ella eitt vikuskifti, tey fara væl eisini at keypa sær tað, tey hava tørv á eitt fríggjakvøld, og drekka tað so leygardag, so tað er eingin broyting í tí. Tað, sum er vesintligt haldi eg, tað er at fólk hava møguleikan, eins og øll onnur, sum handla, at tey kunnu keypa sær eina vínfløsku ella ein kassa av øl leygardag, eins væl og ein fríggjadag, ístaðin fyri at standa samanstúvaði eins og sild í tunnu í kø, fyri at naá, aftaná arbeiðstíð, at keypa sær tað, tey hava brúk fyri. Eg haldi ikki at tað er serliga virðiligt fyri nakran, sigur Johan Dahl.
Royndir úr Svøríki vísa meirsølu
Fólkaheilsuráðið sigur hinvegin í sínum viðmerkingum, at royndirnar úr Svøríki, har tey eisini hava einkarsølu av rúsdrekka, eru, at tá ið upplatingartíðirnar hjá monopolinum vórðu víðkaðar, vaks rúsdrekkasølan.
Johan Dahl sigur, at tíðin vil vísa, um Rúsdrekkasøla Landsins fer at vinna meira pening aftaná hesa broytingina.
- Men tað er so ikki endamálið við tí. Endamálið er tað, at mann gevur fólki ein betri møguleika fyri at kunna leggja sær dagin til rættis, eisini tá tað snýr seg um at keypa inn øl og spiritus. Tað eru vaksin fólk, vit hava við at gera, hetta eru jú menniskju yvir 18 ár, sum stýra sínum egna lívi, staðfestir Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin ivast ikki í, at Rúsdrekkasølan og hennara fólk gera eitt munagott arbeiði, tá tað snýr seg um at kunna fólk um vandarnar við alkoholi og til at betra um dryggjuvanarnar hjá fólki, og leggur afturat, at sølan seinastu árini vísir á sunnari drykkjuvanar hjá fólki, við at minni av sterkum alkoholisku drykkjumn er selt, og at meira verður selt av veikara slagnum.