Smyril Line
Fyri at styrkja fíggjargrundarlagið her og nú, hevur Smyril Line enn einaferð økt um partapeningin. Hesa ferð eru tað TF Holding (Tryggingarfelagið) og Framtaksgrunnurin, sum hava sett 15 mió kr. hvør í felagið.
Hartil hevur Smyril Line gjøgnum Blue Water fingið eitt gjaldførislán á 40 mió kr., soleiðis at gjaldføri felagsins er bøtt við 70 mió kr.
Størri inntøkur
Hartil hevur felagið gjørt tvær avtalur, sum hvør í sínum lagi betra um inntøkugrundarlagið hjá Smyril Line.
Samstarvið við Blue Water um felagið, Smyril Blue Water, er vorðið enn tættari. Hetta hevur við sær, at Smyril Line hevur fingið trygd fyri, at inntøkurnar av farmasamstarvinum komandi tíggju árini verða í minsta 5 mió kr. størri, enn tær eru í dag.
Har næst er ein strategisk samstarvsavtala gjørd við norska Fjord Line. Upprunaliga var ætlanin jú at føroyska felagið skuldi gerast høvuðspartaeigari i Fjord Line, men tær ætlanirnar vórðu so av ongum. Ístaðin er gjørt eitt strategiskt samstarv, sum millum annað inniber, at Norrøna verður operatørur á farleiðini millum Bergen og Hanstholm. Hetta er ein farleið, har Fjord-Line er fyristøðufelag, men sáttmálin við Smyril Line ber við sær, at Norrøna verður leigað til hesa ferðina eina ferð hvørja viku. Ein avtala, sum eisini inniber eyka inntøkur til føroyska felagið.
Og eisini á verandi rutunetinum roknar leiðslan við størri inntøkum. Ein broyttur profilur mótvegis brúkaranum saman við eini roynd at vera fyrri á marknaðinum, hevur higartil havt við sær, at bólkabókingarnar í dag eru tvífalt so stórar, sum tær vóru fyri einum ári síðani. Millum annað takkað verið ein nýggjum projekti, har Smyril Line er í ferð við at marknaðarføra Føroyar sum eitt land, har tað er upplagt at fiska í smærri bátum. Og tí háárstíðin nú verður longd við tveimum mánaðum.
Minni útreiðlsur
Men tað er ikki bara á inntøkusíðuni, at samstarvið við Fjord-Line er gagnligt. Á teimum økjum, har feløgini hava møguleika at skapa synergi, verður hetta gjørt. Soleiðis verður talan í framtíðini um felags innkeyp í Hirtshals, felags bókingarskipan. felags tekniskt samstarv og samstarv á fleiri øðrum økjum. Eitt samstarv, sum verður mett at spara báðum pørtum millióna-upphæddir, eins og vitanarstøðið í fleiri førum kann økjast við felags - og harvið styrktum - serkunnleika.
Skuldarumlegging
Enn eru fíggjarkostnaðirnir av Norrønu tó sera stórir. Fyrst og fremst, tí skipið upprunaliga varð fíggjað yvir 15 ár. Tað er ein spurningur, sum leiðslan í felagnum nú ætlar at greiða, soleiðis at avdráttartíðin í størri mun samsvarar við ta lívitíð, sum eitt slíkt skip ætlandi hevur. Ein loysn, sum verður mett at linka um fíggjartrýstið við á leið 15 mió kr. um árið.