Kapitalurin minni ávirkan á amerikanskan politikk

Eggjað av tí bráðræsna republikanska senatorinum John McCain og við Enron-gøluni í huga hevur amerikanska senatið samtykt at avmarka fíggjarstuðulin til politikararnar.

Hetjan frá krígnum í Vietnam, tann bráðræsni republikanski senatorurin John McCain, hevur í fleiri ár havt sum sítt fremsta politiska mál at avmarka ta ovurstóru ávirkanina, sum múgvandi fyritøkur og einstaklingar hava og hava havt á amerikanskan politikk. Tað var eisini høvuðsmál hansara, tá hann royndi at gera forsetavalevni hjá republikanska flokkinum, men mátti lúta fyri George W. Bush. Men herfyri var John McCain sigursharrin. Tá samtykti senatið við 60 atkvøðum fyri og 40 ímóti eina umfatandi broyting í lógini um, hvussu flokkar og politikarar kunnu fíggja sítt valstríð.

-Eg eri ovfarin, segði ein ovurfegin John McCain aftan á atkvøðugreiðsluna, sum sambært politiskum eygleiðarum í Washington er søgulig.

Fyri fyrstu ferð síðani 1974 var tað eydnast at fáa meiriluta fyri at broyta lógina. Tað vóru annars demokratarnir, sum tryggjaðu uppskotinum meiriluta. Av teimum 60 senatorunum, sum atkvøddu fyri, vóru 48 úr demokratiska flokkinum. 11 av hansara egnu og ein óheftur styðjaðu eisini McCain. Í minnilutanum vóru hinvegin 38 republikanarar og tveir demokratar.


Vánaligir taparar

Lógarbroytingin fær ikki gildi, uttan at forsetin staðfestir hana, men George W. Bush boðaði beint eftir atkvøðugreiðsluna frá, at hann fer at staðfesta broytingina, sjálvt um hann er ímóti henni. Við hesum revsar forsetin sínar misnøgdu floksfelagar í senatinum, tí teir høvdu hótt við at leggja lógarbroytingina fyri hægstarætt við kravi um, at broytingin er í stríð við grundlógina. Men vit staðfesting forsetans vendist ikki aftur, og frammanundan hevur umboðsmannatingið samtykt lógarbroytingina.

-Hendan broytingin fer als ikki at forða kapitalinum í at fáa politiska ávirkan, segði republikanski senatorurin Phil Gramm, sum hevur verið ein av teimum ídnastu mótstøðumonnunum ímóti lógarbroytingini. Hann heldur, at fólk, sum hava pengar, fara nú at missa rættin til at gera vart við síni sjónarmið.

Teir, sum eru ímóti broytingini, hava framvegis møguleikan at leggja avgerðina fyri hægstarætt, men serfrøðingar í Washington siga tað vera heilt óhugsandi, at hægstirættur fer at seta bæði umboðsmannatingið og senatið til viks í hesum máli.

John McCain heldur lítið um teir floksfelagarnar, sum hótta við báli og brandi. Hann sigur, at teir eru ikki annað enn vánaligir taparar.


Óheppið fyri demokratiið

Seinastu nógvu valini í USA hava flokkarnir og einstøk valevni fingið ovurstórar upphæddir sum gávur til at reka valstríð. Í dagligari talu verður stuðulin róptur "soft money", og tað er hesin stuðulin, sum nú verður ólógligur. At tað fer at fáa avleiðingar, er eingin í iva um. Til seinasta forsetavalið vóru umleið 40 prosent av stuðlinum til George W. Bush og Al Gore "soft money".

Tað eru serliga ríkfólk, vinnulívið, fakfeløg og ymsir múgvandi felagsskapir, sum hava nýtt hendan stuðulsmøguleikan. Í prinsippinum skulu gávur av hesum slagnum nýtast til virksemið hjá sjálvum flokkunum, men nógv tann størsti parturin er nýttur til lýsingar og annað valtilfar til frama fyri eitt ávíst valevni.

-At ein einstaklingur, fyritøka ella felagsskapur letur fleiri hundrað túsund dollarar til eitt valstríð er óheppið fyri demokratiið, sigur John McCain. Bæði hann og aðrir senatorar, sum atkvøddu fyri broytingini, siga, at tað er ikki annað enn rímiligt, at tey, sum lata nógvar pengar til eitt valstríð, vænta sær eina ella aðra samsýning afturfyri.


Clinton var blíður

Undir orðaskiftinum um lógarbroytingina eru tær nógvu gølurnar hjá undanfarna forsetanum Bill Clinton ferð eftir ferð drignar fram. Sagt verður, at teir, sum stuðlaðu Clinton og demokratunum serliga væl, kundu vænta at fáa høvi at gista í tiltikna kamarinum hjá Lincoln í Hvítu Húsunum ella at fáa ein kaffimunn og eitt prát við Clinton. Nú var Bill Clinton minni enn so tann fyrsti forsetin, sum beyð sínum stuðulsmonnum innar í Hvítu Húsini at vitja, men hann var tann fyrsti, sum ikki royndi at dylja hetta slagið av blíðskapi, og tí er tað ikki av tilvild, at tey atfinningarsomu siga, at Hvítu Húsini vóru til sølu í forsetatíð hansara.

Ein sannroynd er tað, at báðir teir stóru flokkarnir hava verið ídnir at taka ímóti gávum til valstríð, og tølini eru vaksin skjótt. Í 1992 fingu flokkarnir 86 milliónir dollarar, fýra ár seinni var talið 262 milliónir dollarar, og til valið í 2000 fingu teir báðir flokkarnir heilar 495 milliónir dollarar ella næstan hálva fimtu milliard krónur sum gávur til valstríðið.

John McCain hevur øll hesi árini stríðst sum úlvur á skóg fyri at beina fyri hesum stuðlinum, tí hann er sannførdur um, at gongdin er skaðilig fyri demokratisku skipanina. Stríðið hevur verið tógvið, men gølan við orkufyritøkuni Enron var eftir øllum at døma tað, sum fekk bikarið hjá øðrum at flóta yvir. Tað kom fram, at Enron lat teimum báðum flokkunum 3,5 milliónir dollarar til seinasta val, samstundis sum einstakir politikarar fingu 800.000 dollarar frá fyritøkuni.


Bert fyrsta stigið

Tann nýggja broytingin í stuðulslógini merkir ikki, at amerikansku flokkarnir missa allan stuðulin frá sínum viðhaldsfólki. Einstaklingar hava framvegis høvi at geva sínum flokki upp til 95.000 dollarar í einum tvey ára skeiði, ssamstundis sum tey kunnu geva einum einstøkum politikara upp til 2.000 dollarar í sama tíðarskeiði.

Teir, sum løgdu uppskotið fram saman við John McCain, eru greiðir yvir, at allar súður eru ikki syftar enn.

-Eingin eigur at halda, at vit við hesum hava rikið kapitalin burtur frá politikkinum. Hetta var tað fyrsta, men ikki tað seinasta stigið á leiðini, sigur senatorurin Paul Wellstone, sum var ein av monnunum aftan fyri lógarbroytingina.