Týsdagin 13. januar verður nýggi bólkurin KapKass and the Poulsens at hoyra á Hvonn.
Manningin í KapKass and the Poulsens eru: Konni Kass Jacobsen, sangur og saxofon, Barður R. Poulsen, bass, Mattias D. Kapnas, klaver og Jan Rúni Poulsen trummur. Tey hava bert spælt einaferð áður og tað var jólajazzurin áðrenn jól.
Men hóast unga aldurin, eru tey sera roynd á føroyska tónleikapallinum. Millum annað kenna vit Konni frá einum av høvuðsleiklutunum í Hair, meðan Mattias, sum gongur á triðja ári á miðnámsskeiðnum hjá Tórshavnar Musikkskúla, millum annað hevur verið klaverleikari til leikin um Klintrimús. Jan Rúni er millum annað percussion leikari í Føroya Symfoni Orkestri. Bárður, Konni og Jan Rúni eru eisini partur av Tórshavnar Stór Band!, sum er einasta Stór Band Føroya.
Fyriskipararnir siga, at hetta verður eitt sera gott høvi at hoyra, hvussu dugnaligar yngri tónleikarar vit eiga í Føroyum. Lagt verður til brots týskvøldið kl. 21 á Hvonn.
Tað er týskvøld, tað er Hvonn, tað er jazzur!