Kappaðust móti sær sjálvum

Gert Hansen og Eyðun Samuelsen gjørdust ársins dómarar, men teir vóru eisini nummar tvey og trý

Ársins dómarapar í føroyskum hondbólti hevur bara dømt heilt fáar dystir saman. 

 

Ein skaði hjá vanliga makkaranum hjá Eyðuni, Hera Petersen, stutt undan steypafinaluni fekk teir báðar at taka nakrar dystir saman - teirra millum steypafinalurnar.

 

Og hetta gekk somikið væl, at teir í kvøld vórðu kosnir ársins dómarar. Enntá framman fyri seg sjálvar. 

 

Hini bæði pørini, sum vóru við í kapprenningini, vóru nevnliga upprunapørini hjá Eyðuni og Gert. Nevnliga Eyðun Samuelsen & Heri Petersen og Gert Hansen & Arnar Dam.