Leygardagin erður fjallasúkkling, tað er 5. og seinasta umfar í ár av fjallasúkklukappingini H&G Cup 2010. Kappast verður á økinum við Studentaskúlan í Hoydølum.
Hesa ferð verður kappast í greinini MTB Criterium, ið er ein fjallasúkklukapping har koyrt verður á einum ?lítlum? øki í t.d. ein tíma, og so eitt umfar afturat.
Kappingin byrjar klokkan 11 og tað verða børnini, ið sleppa at royna seg fyrst og aftan á kappast so unglingar og vaksin.
Kappingin hjá teimum vaksnu er samstundis FM í MTB Criterium.
Áðrenn kappingina leygardagin er Gunnar Dahl-Olsen á odda hjá teimum vaksnu, men beint í hølunum á honum er Andrass Joensen og Torkil Veyhe.
Hjá Unglingum er Jóanis Albert Nielsen á odda og í kappingini fyri motionistar er Kári Simonsen á odda.