Hósvík: Fríggjakvøldið kl. 19 fara súkklararnir at royna seg á Sundalagsstevnuni.
Tá fer nevniliga Tórshavnar Súkklufelag at skipa fyri kapping fyri unglingar og vaksin. Vanligt hevur verið við barnasúkkling, men mett verður at trygdin í samband við júst hesa kappingina ikki er nóg góð.
Kappingin byrjar á landsvegnum í Hósvík og verður súkklað eftir landsvegnum til rundkoyringina omanfyri Norðskála og aftur, - íalt einar 22 km.
Heiðurstekin verða latin trimum teimum skjótastu súkklarunum samanlagt, og trimum teimum skjótastu undir 18 ár og trimum teimum bestu yvir 45 ár.
Øll eru vælkomin at verða við. Treytin er at ein hevur eina súkklu sum er í rímiligum standi, og ? ikki óvæntað! ? ein góðan súkkluhjálm.