Talan er um sjey einstaklingar og bólkar, sum eru millum 16 og 23 ár. Hesir kappast allir hvør móti øðrum, har dómarar og sms-atkvøður koma at gera av, hvør vinnur tónleikakappingina.
Luttakandi tónleikararnir eru einstaklingarnir Markus Olsen, Eilif H. Slættalíð, Rebekka Trúgvadóttir Kallsoy, Tummas Larsen og Fía Kristiansen, men bólkarnir eru Fróði og Benjamin og Búgvi Hanusarson og Gunnar Feilberg Petersen.
Dómarar vera royndu tónleikararnir Arnfríð Lützen, Jens Marni Hansen og Árni Joensen.
Hetta er annað árið á rað, at skipað verður fyri tónleikakapping í Eydnuni á Oyrarbakka. Fyrstu kappingina vann Annika Vang og nú verður bíða við spenningi eftir, hvør vinnur næstu tónleikakappingina.
Tónleikakappingin verður í kvøld klokkan 23.00 í Eydnuni á Oyrarbakka. Í steðginum og aftan á kappingina diskar DJ End Banshees.