Summarið er tann tíðini av árinum, tá flestar myndar verða tiknar. Tað er kanska tað góða veðrið, sum ger, at peikifingurin ferð eftir ferð trýstir á knøttin, soleiðis at enn ein summarmynd kann leggjast afturat savninum, og oftani eru tað børnini, sum eru í andgletti.
Tað er 3´arin í SMS, sum skipar fyri kappingini saman við Atlantic Airways og Sosialinum.
Tað er Svanna Nørspang, starvsfólk hjá 3´aranum, ið stílar fyri kappingini. Hon er sjálv útlærd krambakvinna við sergrein í foto og framkalling. Sjálv var hon í læru hjá SMS-FOTO, sum seinni gjørdist ein partur av samstakinum 3´arin. Eftir nøkur ár uttanlands, hevur vent nøsina heimaftur, og hon valdi at skipa fyri einari tílíkari kapping, tá royndirnar søgdu henni, at hetta var eitt gott hugskot. Ì sambandi við kappingina fær hon eisini góða hjálp frá Sáru Svabo Sørensen, sum lærur til krambakvinnu hjá 3´aranum.
Svanna sigur, at endamálið við kappingini er, at fólk kunnu fáa meira burturúr myndunum hjá teimum sjálvum. Samstundis sum tað kundi verið stuttligt at skapt eitt sindur av áhuga, og eisini heldur Svanna, at okkurt spennandi manglar innan øki.
Ikki bara børn
Hetta er tann tíðin, tá myndirnar frá summarfrítíðini verða framkallaðar, tískil valdu tey at skipa fyri kappingini nú. Undirtøkan til kappingina hevur eisini verið góð, sigur Svanna.
- Tað eru fyrst og fremst barnamyndir, sum vit hava fingið, og ætlanin var ikki, at hetta skuldi vera ein barnakapping burturav, sigur Svanna.
Hon sigur, at summarmyndir sjalvandi er eitt vítt begrep, men myndirnar eiga á onkran hátt at vísa summarið. Eitt nú heldur hon, at tað so avgjørt er saknur á náttúrumyndum til kappingina hesaferð.
Sjálvandi er tað ein fyrimunur, um myndirnar eru ?klárar? í staðin fyri ?kornutar?, men tað er ikki tað besta myndatólið, sum vinnur kappingina, hóast tað altíð er fyrimunur at hava eitt gott tól, um tú altso dugir at brúka tað.
Eisini heitur hon á fólk, sum senda myndir inn til kappinga, at viðleggja ein brævbjálva við fríðmerki, fyri at fólk skulu fáa myndirnar aftur.
Finala
Freistin at lata myndir inn til kappingina er 13. oktober. Útvaldar myndir hava og vera eisini at síggja í Sosialinum mikudagar. Vinnararnir verða kunngjørdir hin 20. oktober.
Tá allar myndirnar eru komnar inn, so fara dómararnir at avgera, hvør tær tríggjar bestu myndirnar eru.
- Dómararnir hava allir servitan innanfyri foto, og teir fara at hyggja eftir ymiskum, tá teir skulu gera av, hvør hinar bestu myndirnar eru.
Ì sambandi við myndakappingina, verða allar myndirnar hongdar upp á Torginum í SMS, har fólk eisini fáa høvi at síggja tær.
Tað vera eisini fólk frá Minolta í Danmark, sum koma at handa vinnarunum vinningarnar. Talan er um Minolta myndatól frá 3´aranum til nr. 2 og 3. Vinnarin kann hinvegin leggja leiðina til Danmarkar við Atlantic Airways.