Kappast við aðrar føroyingar

Ítrótturin hjá in.fo hevur gjørt eina føroyska deild til Premier League Fantasy manager

Um vikuskiftið fer nýggja kappingarárið av Premier League av bakkastokki.

 

Sum vanligt er, kanst tú stilla títt egna dreymalið, har tú fært eina ávísa upphædd at keypa leikarar fyri tá tú byrjar at spæla.

 

Vit á in.fo – ítrótti, hava eisini gjørt eina deild, har til ber at kappast við aðrar føroyingar. Til ber tá at síggja um man dugir betur at stilla lið enn starvsfelagar hjá sær, liðfelagar hjá sær, ella vinfólk hjá sær.

 

Deildin eitur In.fo – Ítróttur, og kotan fyri at koma uppí deildina er: 1673454-435114.

 

Fyri at stovna sær eitt Premier League Fantasy lið, mást tú skráseta teg her. Tað er ókeypis at spæla við.